Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun á Høvdanum, stjóri í Klaksvíkar Timburhandli, skrivar: Latið norðoyingar yvirtaka Leirvíksleiðina

John William Joensen

Nógv hevur verið at hoyrt í seinastuni um Dúgvuna. Norðoyingar vilja hava, at dúgvan skal halda áfram at sigla, ímeðan Strandferðslan og Bjarni Djurholm vilja, at Dúgvan verður tikin úr sigling ímillum Klaksvík og Leirvík og at Ternan og Sam verða sett inn ístaðin.

Sagt verður at Strandferðslan hevur ikki ráð at hava Dúgvuna siglandi.
Eg havi eina enn bíligari loysn og hon er, at vit niðurleggja rutuna og gera á sama hátt sum á Skálafjarðarleiðini. Leitað okkum eftir einum nýggjum skipi og byrja at sigla sjálvir. Her kundi verið talan um stórar sparingar:
Vit sleppa frá risa umsiting suðuri í Havn.
Vit fáa eitt tíðarhóskandi skip fyri ein bíligan penga.
Vit lagað siglingina eftir tørvinum her í Norðoyggjum.
Vit behalda yvirskotið av farleiðini í Norðoyggjum og ikki sum nú at alt endar aðrastaðni.
Her eru nakrir fyrimunir, um Norðoyingar yvirtóku leiðina ímillum Klaksvík og Leirvík, tað krevur at fyrireikingar verða gjørdar, ongantíð ov skjótt. Ein loysn kundi verið, at vinnan og einstaklingar tóku seg saman og bjóðaðu seg fram at yvirtaka leiðina ímillum Klaksvík og Leirvík.
Gevur leiðin ímillum Leirvík og Klaksvík undirskot, so er lag á manni at vit Norðoyingar sleppa at royna okkum, um vit kunnu megna, at fáa hana at geva yvirskot.
Eg ivist onga løtu í, at vit høvdu fingið tað at borið til.