Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lorvíksfjarðarbólkurin: Vilja eisini hava tilmælisrætt

John William Joensen

Nú nýggj ferðaætlan hjá Strandfaraskipum Landsins kemur í gildi í morgin, er ynskið hjá Leirvíksfjarðarbólkinum um tilmælisrætt sera aktuelt.

 
Í skrivinum, sum var sent stjóranum á SSL, Kristiani Davidsen og Landsstýrismanninum í samferðslu, Bjarna Djurholm fríggjadagin, var júst eitt av ynskjunum hjá Leirvíksfjarðarbólkinum at fáa tilmælisrætt.
 
T.v.s. at tá mál stinga seg upp, sum hava beinleiðis við leirvíksfjarðarsiglingina at gera, so sum nýggj ferðaætlan, broytingar í billettering o.s.fr., so er tað eitt gott hugskot at brúkarar á staðinum fáa høvi at gera sínar viðmerkingar. Tað kann nevnliga vera trupult at sita í Tórshavn og hava fingurin á pulsinum úti í lokaløkjunum. Fleiri mál eru jú meiri enn matematiskar líkningar, sum skulu fáast at ganga upp.
 
Í tí sambandinum hevur Leirvíksfjarðarbólkurin m.a. biðið um tilmælisrætt í slíkum og øðrum málum.