Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur, 1. deild kv.: VÍF-Stjørnan 23-24 (7-10): Stjørnan hevur sett endaspurtin inn – tær vunnu á VÍF í Vestmanna

(
John Færø)

Stjørnan vann mikukvøldið á VÍF í Vestmanna, sum harvið misti møguleikan at gerast føroyameistari. Við sigrinum hevur Stjørnan enn kjans at náa bronsu-plássinum, men StÍF vann stórsigur á Tjaldri og liggur tí nú á 3. plássi við betri málmuni enn Stjørnan.

– Tað gekk ordiliga væl hjá okkum í kvøld, segði Gunvør Isaksen millum annað, tá við høvdu hana í telefonini úr bussinum, á veg aftur til Klaksvíkar saman við hinum leikarunum hjá Stjørnuni.
Lagið varð eyðvitað gott í hópinum, nú tær fingið víst VÍF, at Stjørnan eisini kann bíta frá sær, tá á stendur.
– Vit lógu á odda so at siga allan dystin við 2-3 málum – tó komu tær nakrar fáar ferðir upp á javnt, greiðir Gunvør frá.

Málmaðurin og
verjan stóðu væl.

Um orsøkina til sigurin helt Gunvør í stuttum, at verjan átti sín stóra lut í, at Stjørnan vann dystin.
– Verjan gekk ordiliga væl hjá okkum í kvøld, og Agné stóð væl í málinum.
– Harafturat gekk tað eisini væl við at fáa mál upp á møguleikarnar, sum vit fingu í álopinum – hóast vit eisini brendu tvey brotskast.

Á odda 10-7 í
hálvleikinum.
Í stuttum um gongdina í dystinum kann sigast, at Stjørnan frá byrjan legði seg á odda, og eftir einari løtu var støðan 5-2 til gestirnar úr Klaksvík.
So svaraði VÍF aftur, og tær komu upp á 6-6, áðrenn Stjørnan aftur tók dik á seg og kom upp á 10-7, tá farið varð til hálvleiks.

Megnaðu altíð
at svara aftur.

Beint eftir steðgin fekk VÍF 2 skjót mál og komu harvið upp á 9-10, men enn einaferð svaraður kvinnurnar úr Klaksvík aftur og øktu aftur um málmunin.
Tað einu løtuna í seinna hálvleiki var støðan 16-13 til Stjørnuna, síðani eisini 17-14, men so svaraðu Vestmanna-kvinnur aftur við 3 málum á rað og komu upp á 19-19.
Nú var sjálvandi spenningur í dystinum, men Stjørnan vísti aftur styrki og legði seg á odda 20-19 og hildu síðani leiðsluni restina av dystinum.
Tá 2 minuttir restaðu var støðan 23-22 til tær reyðklæddu úr Klaksvík, men so avgjørdu tær dystin við máli, sum væl leikandi Una Olsen skoraði til støðuna 24-22, áðrenn VÍF gjørdi sítt seinasta mál til endaligu støðuan 24-23 til Stjørnuna.

Málskjúttar hjá
Stjørnuni vóru:

Natasja Stamenkovic 9 mál
Daniella Ercevic 4 mál
Una Olsen 4 mál
Jastrid Gullaksen 2 mál
Bára Klakkstein 2 mál
Joan M. Joensen 2 mál
Gunvør Isaksen 1 mál

Bronsan er
enn møgulig.

Við hesum flotta sigrinum á einum oddaliði, eru bronsumerkini framvegis í eygsjón hjá Stjørnuni, men við tað at StÍF samstundis vunnu stórsigur 34-16 á Tjaldri, hava tær nú, sum skilst, betri málmun enn Stjørnan, og liggja tí nú á 3. plássi framman fyri Stjørnuna.
Tí er ivasamt, um tað verður til bronsu til Stjørnuna – ikki minst tí StÍF nú hevur 2 dystir eftir (ímóti Neistanum úti og VÍF heima), meðan Stjørnan bara hevur ein dyst eftri (á útivølli ímóti oddaliðnum VB).