Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv-FM, unglingabólkurin: Beiggjar úr Klaksvík eru nr. 1 og 3 í unglingabólkinum

(
John Færø)

Samstundis sum Rani Baldursson heldur fast um oddastøðu sína í unglingabólkinum saman við Sjúrði Thorsteinsson, er yngri beiggi Rana, Danny Baldursson, í løtuni á einum lutaðum 3. plássi.

Við sigri í dag (mikudagin) á einum av sínum harðastu kappingarneytum, Rógva Mortensen, heldur Rani Baldursson fast um oddastøðu sína í unglingabólkinum, har hann við 4½ stigi er fremstur saman við Sjúrði Thorsteinsson.

Samstundis er tað áhugavert, at yngri beiggin hjá Rana, sum eitur Danny Baldursson, í løtuni liggur á einum lutaðum 3. plássi saman við Margeiri Berg.

Nú 5 umfør eru telvaði, og 3 umfør eru eftir, er støðan millum teir fremstu í kappingini henda:

Nr. 1-2)  Rani Baldursson            4½ stig
Nr. 1-2)  Sjúrður Thorsteinsson   4½ stig
Nr. 3-4)  Danny Baldursson         4 stig
Nr. 3-4)  Margeir Berg                  4 stig

Millum telvararnar, sum liggja og lúra beint aftan fyri teir omanfyrinevndu við 3½ stigum, eru klaksvíkingarnir Rógvi Dragaberg og einasta gentan, sum luttekur í kappingini, Herborg Hansen.