Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í talvi – unglingabólkurin: Baldursson og Thorsteinsson eru framvegis á odda stavn um stavn

(
John Færø)

I dag, Langa Fríggjadag, skal Rani Baldursson møta einum øðrum talvstinnum klaksvíkingi, Rógva Dragaberg, samstundis sum Sjúrður Thorsteinsson fer at sita yvir av havnarmanninum Rógva Mortensen, sum eins og Rógvi Dragaberg liggur beint aftan fyri oddamenninar báðar.

Undan dystunum í dag hava Rani Baldursson og Sjúrður Thorsteinsson hvør síni 5½ stig á einum lutaðum fyrstaplássi, og beint aftan fyri teir báðar eru júst teir báðir dreingirnir, sum teir í dag skulu møta, nevniliga Rógvi Mortensen og Rógvi Dragaberg, sum hava hvør síni 4½ stig.

So tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer í dag.