Spenningurin er øgiligur nú á seinasta leikdegi í Atlantic Airways Cup føroyameistarakappingini, har tríggir føroyingar endaðu javnir í oddanum. Ólavur Simonsen og Martin Poulsen býttu stigið sínamillum, samstundis sum Flóvin Tór Næs sera óvæntað basti íslendska altjóða meistaranum Sævari og harvið vann seg upp á líka nógv stig sum Ólavur og Martin.
Annars hevði kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen eisini møguleikan at vinna FM, um hann vann á Carl Eli Nolsøe Samuelsen, men Carl Eli gjørdi bart og vann á Hans Kristiani, sum tí ikki er við í umdystinum.
Sum skilst verður umdysturin longu í dag – meir um tað seinni.




