Fleiri ferðir hevur hann verið nær við og er endaður sum nr. 2 ella 3, men ongantíð fyrr hevur Ólavur Simonsen verið so nær við at vinna føroyameistarheitið í talvi, sum hann var hesa ferð … men heldur ikki í ár bleiv tað til eitt FM-heiti til ein tann sterkasta telvaran, sum Klaksvík hevur fostrað.
Nærri einum FM-heiti enn Ólavur Simonsen var í ár, kann ein neyvan vera uttan at vinna tað.
Í seinasta umfarinum sat 27 ára gamli Ólavur yvir av sínum harðasta kappingarneyta, tí 19 ára gamla Martini Poulsen.
Og tá vit hugdu inn á gólvið í Læraraskúlanum um middagsleitið leygaradagin, skiltist á teimum kønu, sum fylgdu væl við í hesi finaluni millum hesar báðar fremstu føroyingarnar, at Ólavur hevði tiltuskað sær ein fyrimun í talvinum, sum kundi fara at røkka til ein sigur.
Fyrimunurin hjá Ólavi helt tó ikki til ein sigur, tí seinni um dagin samdust Ólavur og Martin um remis (javnleik).
Hetta førdið við sær, at umdystur mátti til, fyri at avgera, hvar FM-heitið skuldi fara. Í hesum umdysti vóru tað nú tríggir, sum skuldu dystast, tí umframt teir báðar, Margin og Ólav, so hevði Flóvin Tór Næs sera óvæntað og ikki minni hegnisliga bast íslendska altjóða meistaranum, Sævari, og harvið vunnið seg upp á sama stigatal sum hinir báðir føroysku oddamenninir.
Umdystirnir í hesi kappingini vórðu skipaðir sum sonevnd kviksnartalv, har telvararnir fáa munandi styttri tíð enn í vanligum talvdystum. Hvør telvarin fær 25 minuttir +10 sekund fyri hvønn leikin, teir flyta.
Við lutakasti varð avgjørt, at fyrsti umdysturin bleiv millum Martin og Flóvan. Hendan dystin vann Martin.
Síðani fall luturin soleiðis, at Martin og Ólavur skulu dystast.
Hesin talvdystur bleiv sum skilst ógvuliga lívligur og dramatiskur, har telvaranrir báðir brúktu alla teirra tíð, og tí at enda bert høvdu tey 10 sekundini til umhugsunnar, sum teir fingu fyri hvønn leikin, teir gjørdu.
Hóast sera javna telving, so var havnarmaðurin omaná, tá av tornaði, og Martin Poulsen gjørdist sostatt føroyameistari eftir hendan sera javna og harða sluttspurtin við Ólav Simonsen.
Tillukku við tí!!




