Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein av heimsins mætastu undirvísir teimum ungu í Klaksvíkar Talvfelag

(
John Færø)

Predrag Nikolic hevur í mong ár verið millum heimsins mætastu telvarar og telist framvegis millum teir allarfremstu í heiminum, men fyri tann skuld kennir hann seg ikki ov stóran til at undirvísa teimum yngru í Klaksvíkar Talvfelag.

Tann nú 42 ára gamli talvstórmeistarin, sum er ættaður úr Bosnia-Herzegovina, býr í dag í Hollandi, sum er heimlandið hjá unnustu hansara.

Sambært heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum, FIDE, er hevur Predrag í dag 2643 í rating, sum ger hann til nr. 50 í heiminum.

Talan er sostatt um ein av heimsins allar fremstu telvarum, og kortini kanst tú hitta mannin, um tú okkurt kvøldið hesa vikuna leggur leiðina í Skákið, húsið hjá Klaksvíkar Talvfelag við Gerðagøtu.

Vit stukku inn á gólvið í dag, týsdag, har vit funnu 9 av teimum ídnastu yngru telvarunum sita við føtur meistarans, meðan hann greiddi teimum frá og lærdi tey um telving.

Tað vóru telvararnir á báðum unglingaliðunum, sum saman við nýggja ungligaføroyameistaranum, Rana Baldursson, sótu og lýddu á frágreiðingarnar hjá Nikolic.

Hugurin hjá hesum ungu tóktist stórur. Tey lurtaðu sera væl eftir, og hóast alt fór fram á enskum, so var tað ikki nøkur forðing – tey fylgdu væl við og svaraðu spurningunum, sum hann setti teimum.

Tað má sigast at vera sera heppi fyri telvararnar í Klaksvík, at ein so mætur telvari vil koma hendanvegin at hjálpa lokalu telvarunum at gerast enn betri.

Í samrøðu her í blaðnum fyri stuttum segði fimmfaldi føroyameistarin, Heini Olsen, at hann í síni tíð fekk sera nógv burtur úr vitjanunum, sum Nikolic á hansara yngri døgum gjørdi til Klaksvíkar. Tí er eingin ivi um, at tey ungu, sum í dag njóta gott av frálæru hansara, fáa nógv gott burturúr, sum seinni fer at koma teimum og Kl. Talvfelag tilgóðar.

Feskasta dømi um hetta er tann júst lokna FM-talvkappingin, har nøkur av teimum yngru í Klaksvík vóru við í unglingabólkinum.

Undir hesi kappingini var Predrag Nikolic eisini í Havnini, har hann hvørt kvøld vitjaði ungu telvararnar úr Klaksvík og gekk ígjøgnum talv teirra tann dagin.
Sagt verður, at hetta var ein orsøkin til, at ungu telvararnir úr Klaksvík kláraðu seg framúr væl í kappingini í ár. Sum kunnugt vann Rani Baldursson FM, og harafturat øll hini á oddaplássum í unglingabólkinum.

Harleyfacadeacryl