Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypakappingin í fótbólti – menn: EB/Streymur bjargaði ikki bara B36 men eisini KÍ í steypakappingini

(
John Færø)

Vit hava fyrr skrivað her í blaðnum, at EB/Streymur bjargaði B36 frá at verða sligið út úr steypakappingini, tá teir javnaðu til 2-2 í seinastu minuttunum av dystinum suðuri í Vági. Hetta er ikki rætt, tí KÍ og B36 eru so púra jøvn í stigum og málmuni, og sundalagsmenn bjargaðu tí báðum liðum frá vandanum at detta út úr kappingini.

Orsøkin til, at vit her í blaðnum bara mettu B36 at verða í vanda, var ein roknifeilur, har vit vóru komnir til, at KÍ hevði skotið eitt mál meira enn B36. Men hetta var altso ikki rætt – liðini bæði høvdu júst sama málmun og vóru (og eru) tí púra jøvn, bæði í stigum og málmuni.

Tí hevði ein sigur til VB á EB/Streymi ført við sær, at antin KÍ ella B36 hevði verðið noytt út úr kappingini.

Hvussu hetta hevði verið gjørt av, er okkum ikki kunnugt, men bestu møguleikarnir høvdu vælsaktans verið antin lutakast ella umdystur.

Men tíbetur fyri KÍ og B36, so fór hatta seina frísparki hjá EB/Streymi beinleiðis í málið hjá Bjarna Johansen, soleiðis at VB ikki vann á EB/Streymi og harvið blivu taparin.

Vit hava loyvt okkum at tikið niður endastøðurnar í bólkaspælinum av heimasíðuni hjá HB (www.hb.fo), sum er klárt tann besta heimasíðan, tá tað snýr seg um fótbóltshagtøl.

Endaligu støðurnar í teimum trimum bólkunum vóru hesar:

BÓLKUR 1:
No.  Club     M      W   D   L          GF    GA    GD           P
1      NSÍ      6       4    0    2         17       6     +11          12
2      B68      6       3    2    1         13       8      + 5          11
3      FSV     6       3    1     2         17       8     + 9          10
4      TB        6       0   1     5           2      27     -25           1

BÓLKUR 2:
No.  Club     M      W   D    L          GF    GA     GD          P
1      EB/St.   6       4    2     0         18       5      +13        14
2      KÍ         6       3    1     2         11       8       + 3        10
3      VB        6       2    3     1           9       7       + 2          9
4      AB        6       0    0     6           2      20      -18          0

BÓLKUR 3:
No.  Club     M       W   D    L          GF    GA     GD          P
1       GÍ        6        5    0    1          14       8      + 6         15
2       HB       6        3    1    2          15       6      + 9         10
3       B36      6        3    1    2          11       8      + 3         10
4       Skála    6        0    0    6            6      24     -18           0