Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur – kvinnulandsliðið úttikið til oyggjaleikirnar: Mjølnir aftur best umboðað á føroyska kvinnulandsliðnum

(
John Færø)

Venjararnir hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti, Niclas Joensen og Romica Øster, hava nú úttikið tær 12 kvinnurnar, sum skulu umboða Føroyar á komandi oyggjaleikum á Guernsey. Ikki færri enn 4 leikarar ella ein triðingur av landsliðnum kemur úr Mjølni.

Eftir seinastu úttøkuvenjingina hjá kvinnuflogbóltslandsliðnum, sum skal verja gullið á komandi Oyggjaleikum á Guernsey í summar, eru hesar kvinnur úttiknar til landsliðið:

Margit Joensen, Mjølnir
Tina Jacobsen, Mjølnir
Anna Müller Jacobsen, Mjølnir
Marjun Kalsø, Mjølnir

Gudrid Nolsø, TB
Ingun Midjord, TB

Alvilda Ólavsdóttir, Fredriksberg Volley
Helen á Lakjuni Jacobsen, Fredriksberg Volley

Sólgerð Henriksen, Dráttur

Juanna Joensen, Åbyhøj

Herborg á Mýruni, Dráttur,

Karin Mikkelsen, SÍ.


Umframt Oyl luttøkuna, har føroysku kvinnurnar skulu verja gullmerkini, er ætlanin eisini, at landsliðið skal taka lut í EM kappingini í C-bólkinum. Hendan verður tó ikki fyrr enn seint í ár, ella fyrst í komandi ári.