Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Louis Poulsen – eftir ein steðg frá kappsvimjing í heili 4 ár: Var bara seks 10–partar av sekundi frá Oyggjaleikunum

(
John Færø)

Fyri umleið 4 árum síðan var tann tá 18 ára gamli Louis Poulsen bara fáar 100-partar av sekundi frá Oyggjaleikunum. Síðan hevur ein skaði hildið honum frá allari kappsvimjing í heili 4 ár, men síðsta vikuskiftið luttók hann fyri fyrstu ferð aftur í eini svimjikapping og var umleið ½ sekund frá at kvalifisera seg til Oyggjaleikirnar, sum verða í summar.

22 ára gamli Louis Poulsen staðfesti seinasta vikuskiftið, at hann í løtuni er ein tann sterkasti kappsvimjarin í bringusvimjing her á landi, og á stuttu teinunum er Louis ivaleyst tann skjótasti, tí hann vann bæði á 50 og 100 metrum.
Stóri spenningurin var tó ikki, um hann fór at vinna, tí hetta var ikki FM-kappingin – hon verður um áleið ein mánað – men ein úttøkukapping til svimjilandsliðið, sum skal luttaka á Oyggjaleikunum, sum verða á Guernsey í summar.
Í vikuni fingu vit eitt prát við Louis Poulsen.

Ein vending
miseydnaðist.

Vart tú veruliga bara seks 10-partar av einum sekundi frá Oyggjaleikaluttøku í summar?
– Ja, tað var eg á 100-metra teininum, og tað er rættiliga lítið.
– Tann seinasta vendingin hjá mær kiksaði, tað var tað einasta – annars eri eg vísur í, at eg hevði klárað tað kravdu tíðina.
– Hetta er tað sama, sum hendi seinast, tá eg royndi at koma við til oyggjaleikirnar fyri 4 árum síðani, men munurin vara bara uppaftur minni tá. Tá manglaði eg bara nakrar heilt fáa 100-partar av einum sekundi fyri at koma við, men tað gekk heldur ikki tá.

Eitt sindur
vónbrotin.

– Hetta var tann fyrsta kappingin hjá mær í 4 ár, og tað gekk øgiliga væl, men eg má viðganga, at tað er eitt sindur skuffandi, at ein ikki klárar tað, tá ein er so nær við, sigur Louis, sum vann kappingarnar í bringusvimjing á 50 og 100 metrum.
Kravtíðin á 100 metrum var 1 minuttur og 9,4 sekund, og Louis svam teinin upp á 1 mintt og 10,0 sekund – altso 0,6 sekund seinni.

Akkurát 1 sekund ov
seinur á 50 metrum.

– Eg klári betur teir stuttu teinarnar enn teir longu, so eg satsaði frammanundan upp á at klára úttøkuna á 50 metrum.
– Har var eg betur í innleiðandi umfarinum, men so kiksaði tað í finaluni, tá eg ætlaði at sláa ordiliga til. Úrslitið varð, at akkurát eitt sekund manglaði í at kvalifisera meg til oyggjaleikirnar.
Teir 50 metrarnar svam Louis upp á 32,0 sekund, sum er akkurát eitt sekund ov seint til at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar. Kravtíðin er 31,0 sekund.
– Tá úrslitið á 50 metrum var greitt, var einki annað at gera hjá mær enn at satsa upp á 100 metra teinin, sjálvt um eg ikki roknaði við at vera so nær við, sum eg bleiv.
Eingin annar mannligur bringusvimjari kvalifiseraði seg til oyggjaleikirnar í hesi úttøkukappingini, men Ásbjørn Hansen, sum svimur í Esbjerg, hevur frammanundan kvalifiserað seg.

Fer at luttaka í
FM-kappingini.

Eftir at tað gekst so væl í kappingini síðsta vikuskiftið, sum var hansara fyrsta í heili 4 ár, hevur Louis sjálvandi hug at royna seg aftur í FM, sum verður um fáar vikur.
– Hetta var ikki FM, men kappingin hon líktist henni, og tað gekk væl, so um einki kemur í vegin, fari eg at royna meg aftur tá, sjálvt um tað verður samstundis sum Norðoyastevnan er í Klaksvík.
– Seinasta vikuskiftið fekk eg ein lítlan skaða í lyskuna, sum gjørdi, at eg fekk illa gingið, men eg haldi ikki allíkavæl, at tað var tað, sum gjørdi, at eg ikki kláraði kravtíðina.
– Hetta kemur sikkur av, at ein pressar seg í slíkum kappingum. Eg skal hvíla meg eitt sindur, og nú er tað eisini betri aftur, sigur Louis, sum í áravís hevur drigist við ein heilt annan skaða.

Svimur ikki crawl
og firvaldssvimjing.

– Tað var ein skaði í økslini, sum gjørdi, at eg mátti gevast at svimja kapp. Eg havi drigist við hendan skaðan líka síðan.
– Hann er ikki heilt svunnin, eg føldi hann aftur í fyrra dagin, nú tað bleiv kalt. Tað er hann, sum ger, at eg ikki klári so væl butterfly og crawl, men rygg- og bringusvimjing klári eg væl.

Serlæknin bað hann
byrja aftur at svimja.

– Bara ikki tann gamli skaðin kemur aftur, tí so verði eg aftur noyddur at gevast heilt við svimjingini. Higartil hevur tað ikki bilað, sigur dugnaligi bringusvimjarin, sum fyri einum ári síðan leitaði upp ein serlækna og bað um hjálp ímóti hesum skaðanum.
– Læknin metti meg at vera ov ungan til skurðviðgerð og bað meg heldur byrja at svimja aftur, bara ikki so nógv. Men tá eg so fór niðan í svimjihøllina at hyggja at, kom hugurin aftur at fara í gongd við at svimja kapp.
– Jákup [høvuðsvenjarin hjá Ægi (red.)] royndi eisini at fáa meg aftur at venja, og sum tú sært, so eydnaðist tað honum.

Fer at halda fram
so leingi hugur er.

Tað var tíðliga í hesum árinum – um ta tíðina, tá Jákup byrjaði sum venjari – at Louis Poulsen byrjaði aftur at venja við Ægi, og nú hann hevur vant í nakrar mánaðir, metir hann seg at vera umleið líka væl fyri, sum tá hann var í hæddini fyri 4 árum síðan.
– Eg havi umleið somu tíðir sum tá. Tað er ikki langt frá, at eg havi betrað tær eitt sindur.
Hvat ætlar tú so víðari?
– Nú fylli eg 23 í juli mánað, men eg fari so at gera mítt besta og trena víðari so leingi, sum eg tími, sigur Louis og hyggur so upp á 3 ára gamla sonin, sum rennur á gólvinum.
– Hann fer skjótt at svimja ……