Kendasti pizzamaðurin í Danmark, – ja kanska í øllum heiminum í løtuni er Aage Bjerre á Fanø í Danmark.
Undir Irak kreppuni var hann sera misnøgdir við støðuna hjá fronsku og týsku stjørnunum sum ikki vildu stuðla USA og Onglandi í Irak málinum.
Ja, – fanin kom rættuliga í hendan Fanø-búgan sum ikki gjørdi matari enn at seta eitt skelti í gluggan á matstovu síni har hann gjørdi greitt at hjá Aage’s Pizza bleiv ikki serverað fyri fransmonnum og týskarum so leingi sum týska og franska stjørnin noktaðu at stuðla krígnum ímóti Irak.
Persónliga handilsblokadan hjá Fanøbúgvanum, argaði ikki sørt teir mongu týsku turistarnir, sum fingu durðafjórðingin tá teir ætlaðu sær at keypa Pizza á Fanø.
Við tíðindastovuna Ritzau, segði Aage Bjerre at hann tók málið í stórum álvara:
" Jeg er stiktosset på tyskere og franskmænd. Franskmænderne er nogle kujoner, og de har karantæne på livstid. Og så længe Tyskland optræder illoyalt over for USA, gider jeg ikke lave mad til dem!"
Við sínari handilsblokadu er Aage Bjerre komin í krambolage við rasismu-lóggávuna, men hettar er tann 44 ára gamli Aage Bjerre líkaglaður um.
"Hvis jeg får en bøde for det her, må jeg tage den med!" sigur hann avgjørdur við Ritzau.
Meldaður og fagnaður
Aage Bjerre er síðani meldaður til løgregluna, men hinvegin so hevur málið verið umrøtt í flestu altjóða fjølmiðlunum. Ferðafólka miðstøðin í danmark er ikki fegin um tiltøkini hjá Aage móti týskunum, sum er tað fólkaslagið sum dúgligast vitjar Danmark summarmánaðarnar.
Hinvegin so far Aage brøv úr USA og Bretlandi sum fagnað avgerðini hjá pizza-manninum.
Eisini hevur hann fingið ordrar upp á pizza úr USA har pengarnir liggja í konvoluttunum.
Ein Amerikanskur flotahermaður frá Maryland hevur biðji um at sloppið at smakka eina pizza frá Fanø, kosta tað tað kosta vil.
Í brævinum skrivar amerikanarin at tað skal verða ein Pizza sum umboðar Danmark, og sum ikki er vanlig í USA. Aage kann gera sum hann vil hvussu pizza-in skal verða samansett.
Aage sigur at hann við gleði skal senda eina pizza yvir um atlantshavið við áskriftini: – dette er en helt speciel ret. Det er Aage’s Pizza fra vores gode venner og allierede i Danmark.
Seinast Aage var í donsku fjølmiðlunum var hann í ferð við at útbyggja matstovuna hjá sær.
Hann var í ferð við at opnað eina matstovu afturat í Esbjerg, og í eini viðmerking segði Fanø-búgvin at hann ongantíð hevði selt so nógvar pizzaðir sum júst nú.
Njal og Aage
At nøvnini hjá Pizzari Napoli í Klaksvík og Aage’s Pizza líkjast sera lítið er lesarin uttan iva einigur við okkum í, men onkursvegna hava Post Danmark og Postverk Føroya blanda nøvnini saman.
Undir øllum umstøðum er eitt bræv komið úr USA til Pizzaria Napoli í Klaksvík, hóast tað er stílað til; Aage Bjerre, Aage’s Pizza, Fanoe Island, Denmark.
Í brævinum skrivar ein William Briant, av Honolulu Hawaii til Aaga og takkar honum fyri tað hann hevur gjørt, og sigur at tá lond, so sum Frakland og Týskaland, frítt kunnu úttala seg ímóti USA, ja so eiga borgarar eisini at kunna siga sína meining uttan at hetta far avleiðingar.




