Hóast manningarnar vóru færri í ár enn í fjør, sum róðu stuðulsróður til frama fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, so er formaðurin, Kristian Eli Zachariasen, væl nøgdur við ta arbeiðið, sum manningarnar við hesum gera fyri felagið.
Inntøkumøguleikarnir hjá kappróðrarfeløgum eru rættiliga avmarkaðar, samanborið við summar aðrar ítróttagreinar. Til dømis hava nógv av kappróðrarfeløgunum kring landið ongan sokallaðan heimadyst, tí FM-stevnurnar eru bara 7 í tali.
Her er Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF) heppi at hava Norðoyastevnuna sum heimadyst, men tað er so eisini tann einasti møguleikin, sum felagið hevur um árið at selja atgongumerki til áskoðarar.
Tí er KRF sera nógv tengt at øðrum tiltøkum, sum kunnu geva felagnum tær neyðugu inntøkurnar fyri at kunna yvirliva og halda fram sum virki felag, tí á útreiðslusíðuni er kappróður ikki tann bíligasta ítróttin.
Stuðulsrógving hevur seinnu árini havt stóran fíggjarligan týdning fyri KRF, og so er eisini í ár.
Í fjør róðu heilar átta manningar pening inn, meðan tær í ár vóru fimm í tali, men hóast tað er formaðurin í KRF væl nøgdur.
Í ár hava róðrarfólkini sjálvi verið runt í býnum og heitt á fólk um at stuðla teimum við einum oyra ella fleiri fyri hvønn metur, róð verður tann 1½ tíma, sum stuðulsrógvingin varar, so vit kunnu ikki annað enn takka teimum fyri hetta arbeiði, sigur Kristian Eli Zachariasen.
Tær fimm manningarnar, sum róðu stuðulsróður hetta vikuskiftið, vóru Páll Fangi kvinnur, Páll Fangi menn, Fípan Fagra gentur, Fípan Fagra dreingir og so ein old girls-manning, sum leygarkvøldið róði við Teklu.




