Norðlýsið frættir, at støðan í landskappingardystinum millum KÍ- og GÍ-kvinnur er 8-0 nú umleið eitt korter er eftir av dystinum. KÍ hevur so at siga alt spælið, og hóast GÍ hevur havt okkurt álopið, so er framvegis einki mál skorað ímóti KÍ higartil í ár!!!
Málini higartil í dystinum hava hesar KÍ-kvinnur skorað:
Malena Josephsen 3 mál,
Rannvá Andreasen 3 mál,
Elsa Maria Simonsen 1 mál og
Vivian Bjartalíð 1 mál.




