Róðrarsamband Føroya hevur nú skipað fyri lutakastinum fyri, hvussu tilmeldaðu bátarnir skulu liggja á Norðoyastevnu, og úrslitið gjørdist, at Fípu-dreingirnir eru teir einastu av heima-manningunum, sum koma at liggja mitt í feltinum allar hinar hava fingið pláss úti í síðunum!
Reglurnar hjá Róðrarsambandi Føroya (RSF) siga, at raðfylgjan av bátunum á Norðoyastevnu skal avgerast við lutakasti.
Lutakastið fyri í ár hevur nú verið, og er úrslitið sett upp niðanfyri. Bátarnir við lægstu tølunum liggja uttast vestureftir (ímóti Bumshamri).
Sum tað framgongur, eru bátarnir, sum hava heimasjógv flestallir endaðir úti í síðunum.
Millum annað eru Páll Fangi menn allar uttastir ímóti vestara havnarlag, meðan Páll Fanga kvinnurnar standa at vera 4-uttastar. Tær kunnu tó skjótt enda enn nærri vestaru kei, tí onkrir av bátunum, sum lutakastið hevur lagt vestan fyri Páll Fanga, eru ivasamir og verða tí kanska ikki við á Norðoyastevnu. Um so er, verða tær kanska næst- ella trið-uttast vestureftir.
Um hetta er gott ella ringt, duga rógvararnir sjálvir best at døma um, men greitt er, at teir við hesum koma nærri áskoðarunum, sum vanliga eru nógv flestir á vestara havnarlag, og TAÐ átti so at givið teimum nøkur stuðlandi orð, tá tey seinastu kanska avgerandi tøkini skulu takast í FM-róðrunum á Norðoyastevnu !!
Fípu-dreingirnir eru, sum teir einastu, endaðir rættiliga miðskeiðis í feltinum av dreingjamanningunum.
Hinvegin eru genturnar við Fípuni Føgru endaðar næst uttastar Kósamegin.
Debutanturin úr Norðdepli/Hvannasundi, 6-mannafarið Sundabáturin, hevur fingið pláss sum nr. 5 út frá Kósakeiini.
5-mannafør gentur
01 Junkarin
02 Ørnin
03 Súlan
04 Beinta
05 Firvaldur
06 Aldan
07 Frúgvin
08 Sílið
09 Havfrúgvin
10 Tekla
11 Tjaldrið
12 Royndin Fríða
13 Blikur
14 Falkur
15 Hulda
16 Dúgvan
17 Havørnin
18 Drekin
19 Báran
20 Kollur
21 Fípan Fagra
22 Spógvin
5-mannafør dreingir
01 Havfrúgvin
02 Royndin Fríða
03 Kollur
04 Dúgvan
05 Báran
06 Spógvin
07 Drekin
08 Havørnin
09 Firvaldur
10 Beinta
11 Fípan Fagra
12 Aldan
13 Tekla
14 Blikur
15 Tjaldrið
16 Ørnin
17 Sílið
18 Frúgvin
19 Súlan
20 Junkarin
6-mannafør kvinnur
01 Fuglfirðingur
02 Hvessingur
03 Riddarin
04 Páll Fangi
05 Lómur
06 Sølmundur
07 Snopprikkur
08 Kollfirðingur
09 Víkingur
10 Smyril
11 Jarnbardur
12 Fortuna
13 Hósvíkingur
14 Gongurólvur
6-mannafør menn
01 Páll Fangi
02 Riddarin
03 Kollfirðingur
04 Gongurólvur
05 Smyril
06 Jarnbardur
07 Lómur
08 Strálan
09 Hvessingur
10 Sølmundur
11 Sundabáturin
12 Víkingur
13 Hósvíkingur
14 Fortuna
15 Snopprikkur
8-mannafør
01 Teistin
02 Víkarbáturin
03 Kvívíkingur
04 Fríggjarin
05 Nevið Reyða
06 Toftabáturin
07 Gullbrandur
08 Miðvingur
09 Knørrur
10 Sandavágsbáturin
11 Argjabáturin
12 Ørvur
13 Heiðabáturin
10-mannafør
01 Kjølur
02 Eysturoyingur
03 Havnarbáturin
04 Nólsoyingurin
05 Vestmenningur
06 Vágbingur




