Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur 2.deild menn: KÍ-LÍF 3-1 (1-0): Gott gamalt og trestir ungdómar

John William Joensen

Spennandi verður at fylgja 2.deild hjá KÍ í ár, sum leygardagin sendi LÍF av aftur bygdini við einum 3-1 tapi í sjáttuni.

Ja, eg má viðganga beinan vegin, at undirritaði áðrenn dystin ikki hevði tær stóru vónirnar.
Hóast venjarin, Olgar Danielsen, hevur lagt eitt stórt arbeiði í at fáa savnað eitt lið framman undan kappingini, við at lata 2.deild spæla dystirnar hjá 4.deild, so bar  samansetingin av fólki, til fyrsta dystin í landskappingini, ikki nakað greitt boð um hvør vinnarin fór at verða og serliga tá hugsað verður um, at LÍF frammanundan hevði vunnið báðar venjingardystirnar móti KÍ.

KÍ-liði
Teir sum mannaðu KÍ-liði vóru: John William, Finn Baldvinsson, Andras Jacobsen, Jan Petersen, John Havn, Frank Joensen, David Bertholdsen, Leon Bjartalíð, John Ryan, Jón Jacobsen og Marius Nystrøm.
Á beinkinum vóru: Olgar Danielsen, Hans Sjúðraberg, Ólavur Kjølbro og Jóhann Nystrøm.
Nøvnini bera boð um eina góða blanding av gomlum kongabommun, og nýklæktum fótbótbóltsungdómun, kryddrað við ungum royndum leikarum.
Í 90 kg klassanum (John Ryan, John W. og Finn Baldvinsson), vóru tað serliga finn og John Ryan sum gjørdu seg galdandi.
Tað hevur ikki gingið væl hjá 2.deild tá teir hava spælt 4-4-2, og tí valdu teir at venda aftur til sveeparasystemi og Finn Baldvinsson spældi ein framúrgóðan dyst á sveeparaplássinum.
John Ryan lá sentralur á miðvøllinum, og herfrá sendi hann leikarar í álop við góðum og beinraknum sendingum.
Men tað vóru teir ung sum vunnu dystin og hettar er hvussu so er nakað sum man frøða 1.deildarvenjaran Jan Joensen.

Málini
Fyrsta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
David Bertholdsen, John Havn og Leon løgdu trýst á í høgru síðu og hótta lorvíksbakkin at spæla eina neyðsending tvørtur um vøllin til sveeparan.
Hesin fekk bóltin um skrúðuna, og áðrenn hann varaði av var hann niðursilgdur av Andras Jacobsen, sum annars leikti sum stoppari á KÍ-liðnum, sum kom grøvandi fram eftir vøllinum og bleiv púra leysur við lorvíksmálverjanum. Andrass helt á við at sigla við fullari ferð, og eitt, tvey, trí so sat bólturin í meskunum.
Næsta máli kom eftir at John Havn breyt ígjøgnum í høgru síðu. Hann sendir bóltin inn fyri máli har David Bertholdsen tveitir seg í eina takling saman við málverjanum, og meðan teir liggja fløkur, sum eitt kishøvd, so støkkur bólturin til Majus Nystrøm, sum ikki ivast men smekkar bóltin í netið, og hervið málið eitt stórt 2-0 á máltalvuna.
Hettar var í 70. minutti og nú tóktist alt verða avgjørt.
Men, sum altíð í fótbótli so kann alt broytast eftir lítlari løtu og í 79. minutti var Frank so óheppin at gera brotsspark, sum lorviksmálverjin, Allan Joensen, smekkar í netið.
Nú var støðan 2-1 og leirvíkingar byrjaðu at síggja ljós fyri stavn.
Teir mannaðu seg upp og høvdu fleir vandamikil álop, men KÍ verjan stóð sera stinn og tað sum Finn Baldvinsson ikki fekk fatur á, megnaðu Andras og Jan at fáa burtur av vandaleíð.
Í 85. minutti er tað aftur John Havn sum berjir seg ígjøgnum í høgru síðu. Hann rekur heilt inn ímóti lorvíksmálverjanum og sendir síðani bóltin tvørtur um til denbudantin Jón Jacobsen, sum uttan at ivast kannónar bóltin í netmeskarnar.

Teir góðu ungu
Tað skal sigast at tað vóru teir ungu mennirnir á KÍ-liðnum sum vunnu dystin.
Serliga varð lagt merki til teirbáðar David Bertholdsen (sera kroppsterkur og trestur), liðskiparin Leon Bjartalíð (Tekniskt góður og bakkar ikki í nærdystum). Teir eiga uttan iva at verða tyknir við í 1.deildarhópin.
Harafturat skoraði nýggi leikarin á liðnum Jón Jacobsen, sum í hesum dystinum vísit at hann hevur viljan til at vinna.
Nú eru tað sjávandi eisini fleiri sum vit ikki hava nevnt, men tað er ikki tí at teir ikki spældu væl, – tvørturímóti, – allir sum vóru á KÍ-liðnum hendan dagin kunnu bera høvdi høgt eftir ein væladyst.
Næsti dysturin hjá 2.deild er í Sumba og spennandi verður at fylgja við um KÍ-megnar at fáa gott úrslit við heim av suðuroyarferðini.
Hettar er altíð ein sera trupul dystur, og tí er kravi til KÍ ein minst líka góður innsatstur sum teir vístu ímóti LÍF i Klaksvík.

jwj

Harleyfacadeacryl