Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu.: NORÐOYA FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTARRÁÐ

Oliver Joensen

Fyribils NORÐOYASTEVNUSKRÁ 2003
( 26.05.03 kl. 16.15 – Endaliga skráin verður løgd á heimasíðu okkara um ein tíma ella so)

Hósdagur 29. mai
17.30-          
Snarkapping í talvi  fyri Børn og Ung í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin.
18.00-  
Evangeliskt møti í Betesda.
18.00-24.00 
Fortuna og Grill & Pizzaria hava opið.
19.00-  
Stór Mótaframsýning í K.Í. høllini. KÍ skipar fyri.
20.30-  
Snarkapping í talvi fyri vaksin í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin.
21.00-23.00 
Fundur teirra ungu í Betesda.
24.00-04.00 
Dansur í Barok. Martin og Petur skipa fyri.

Fríggjadagur 30. mai
09.00-04.00 
Grill & Pizzaria hevur opið.
17.00-04.00 
Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús.
18.00-23.00 
Barok hevur opið hús.
18.00-04.00 
Fortuna hevur opið hús.
19.00-  
Talvkapping í Vágstúni ella í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin.
19.00-  
Stórt barnatiltak í fimleikahøllini við sangi. Angela og Hannibal verða við. Forsøla av atgongumerkjum er í Kunningarstovuni fram til fríggjadagin klokkan 16.00.
19.00-  
Stór Búffa Buffet á Hotel Norð. 8 ymisk sløg av búffum. Undir borðhaldinum felagssangur við Heini og Jákup Marnar skipa fyri.
19.00-21.00     
KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO. Byrjað verður uttanfyri   KFUM & K.
19.30-  
Stevnan verður sett í Vágstúni av Jórun Høgnesen forkvinna í mentunarnevndini. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
20.00-21.00 
Norðoyastevnuteitið. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri.
20.00-22.00 
Ungdómsguðstænasta í Christianskirkjuni. Kaffihugni í kjallarnum aftaná.
22.00-  
Cafe í K.F.U.M. & K.
20.00-23.00 
Hoppiborgir, Karusel, Fiskidammur við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri.
20.00-23.00 
TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin
20.00-23.00 
KFUM skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin.
20.00-02.00 
Útikonsert í skúlagarðinum á Ziskatrøð. Lutakandi bólkarnir Minds Eye og Sick. Næmingar í Tekniska Skúla skipa fyri..
21.00-  
Opið hús í Betesda.
23.00-04.00 
Dansur í Klaksvíkar Klubba. Bólkurin Rok spælir.
23.00-03.30 
Discoteque í KÍ høllini.
23.00-  
Gamlamanna dansur í fyrrv. Lognbrá. Twilight spælir.
24.00-04.00 
Discoteque í Barok. Martin og Petur skipa fyri.
 
Norðoyastevnuaftan, 31.  mai
11.00-23.00 
Barok hevur opið.
11.00-04.00 
Fortuna og Grill & Pizzaria hevur opið.
12.00-13.30 
Føroya Bjór renningin byrjar. Runnið verður Skúlav.-Biskupstøðg.-  Gerðagøta . Treysti skipar fyri.
12.00  
Renning fyri vaksin (fødd í 1985 ella fyrr). Teinur 5 Km.
12.30  
Renning fyri dreingir og gentir 7 ár (f. 1996 ella seinni. Teinur 675 m.
12.40  
Renning fyri dreingir og gentir 10 ár (f. 1993-1995). Teinur 675 m.
12.50  
Renning fyri dreingir og gentir 13 ár (f. 1990-1992). Teinur 1350 m.
13.00  
Renning fyri dreingir og gentir 17 ár (f. 1986-1989). Teinur 1350 m.
12.50  
Firmastafett (3 luttakarar, 1 umfar í part. 675 m x 3.
13.20  
Heiðursmerkjahandanin og lutakast ímillum rennarnar.
13.30  
Súkklukapping fyri vaksin: Skúlav.-Gerðag.-Biskupstøðg. Byrjar/endar við Telefonstøðina.
14.30  
Súkklukapping fyri børn: Skúlav.-Gerðag.-Biskupstøðg. Byrjar/endar
  við Telefonstøðina.
14.00-23.00 
Gocart niðanfyri Býráðshúsið. NFÍ skipar fyri.
14.30-23.30 
TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin.
14.30-23.30 
KFUM-skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin.
14.30-23.30 
Hoppiborgir, Karusel og fiskidammur við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri.
15.00  
Kappróður: Beint eftir róðurin verða steypini handað í      Klaksvíksgarðinum av Tóru við Keldu.
16.00-20.00 
Framsýning av modelskipum og filmsýning verður í Svimjihøllini. Møguleiki verður hjá børnum at sigla. RC felagið skipar fyri.
17.00-21.0 
Framsýning í hølunum hjá Norðoya Fornminnasavni. Norðoya Fornminnasavn skipar fyri.
18.00-19.00 
Norðoyastevnuteitið í Atlantis.
18.00-20.00 
Fótbóltur: 2. deild menn, landskapping/steypadystur.
18.00-21.00 
Skúlaskipið ”Dragin” hevur ”opið skip” við Varpabrúnna (sunnanfyri ferjuleguna.
18.00-23.30 
Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús.
17.00-22.00 
Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósanna. Hjalmar Waag Høgnesen hevur samstundis framsýning av útoyggjamyndum.
19.00  
Talvkapping ímillum Klaksvíkar Talvfelag og Tórshavnar Talvfelag í Skákinum á Akursmørk.
19.00  
Konsert í Christianskirkjuni við kórinum ”Midnattskøren” úr Lund Svøríki.
19.00-20.00 
Norðoyastevnuteitið í Atlantis.
19.00-22.00 
Eydnuhjól og Café í Skálanum. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri.
20.00-21.00 
Norðoyastevnuteitið í Atlantis.
21.00  
Ungdómsmøti í KFUM & K við Pól Johannesen. Gospelkórið Gleði syngur.
21.00  
Samkoman í Betesda hevur útifund í Vágstúni.
22.00-  
Soli Deo Gloria hevur lovsongsløtu í Vágstúni.
23.30  
Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni.
24.00  
Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágstún, har Marjun Sigurðsdóttir formaður í M.B.F. flytur fram røðu. Aftaná verður fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur.
24.00-04.00 
Discoteque í Barok. Martin og Petur skipa fyri.
00.30-04.00 
Discoteque í KÍ høllini. KÍ skipar fyri.
00.30-  
Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.
01.00-04.00 
Dansur í Klaksvíkar Klubba. Bólkurin Rok spælir.
01.00-  
Opið hús, tónleikacafé við livandi tónleiki í KFUM & K.

Norðoyastevnudag, 1.  juni
10.00  
Betesdakórið syngur í Vágstúni.  
11.00  
Gudstænasta í Christianskirkjuni. Hans Eiler Hammer prestur,     prædikar. K.F.U.M. & K korið syngur.
12.00-18.00 
Barok hevur opið.
12.00-04.00 
Fortuna og Grill Pizzaria hevur opið.
12.30  
Sunnudagsskúli í Betesda.
14.00  
Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum, hestum og ítróttarfólki á odda, fer úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Laila Solmunde næstformaður í M.B.F.  flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
15.00-16.00 
Barnasang Café í K.F.U.M. & K.
16.00-20.00 
Framsýning av modelskipum og filmsýning verður í Svimjihøllini. Møguleiki verður hjá børnum at sigla. RC Felagið skipar fyri.
16.00-21.00 
Skúlaskipið “Dragin” hevur “opið skip” við Varpabrúnna (sunnafyri  ferjuleguna).
14.00-04.00 
Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús.
14.00-22.00 
Go-kart niðanfyri Býráðshúsið. NFÍ skipar fyri.
15.00-24.00 
TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin.
15.00-24.00 
KFUM-skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin.
15.00-24.00 
Hoppiborgir, Karusel og fiskidammur. við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri.
15.00-22.00 
Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósánna. Hjalmar Waag Høgnesen hevur samstundis framsýning av útoyggjamyndum.
16.00-18.00 
Fótbóltur: 1. deild menn, landskapping/steypadystur.
16.00-22.00 
Eydnuhjól og Café í Skálanum. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri.
17.00-21.00 
Framsýning í hølunum hjá Norðoya Fornminnasavni. Norðoya Fornminnasavn skipar fyri.
17.00  
Møti í Soli Deo Gloria.
17.00-21.00 
Mat & Køkutombola í norðari fimleikarhøllini. Stuðulsfelagið   "Dragin" skipar fyri.
18.00  
Møti í Emmaus.
18.00-19.00 
Norðoyastevnuteitið í Atlantis.
18.00  
Møti í KFUM & K.
19.00  
Sangmøti í Betesda.
20.00-21.00 
Norðoyastevnuteitið í Atlantis.
21.00  
Samkoman í Betesda hevur útifund í Vágstúni.
21.00  
Ungdómsmøti í Emmaus
23.00-03.30 
Discoteque í KÍ høllini. KÍ skipar fyri.
23.00-04.00 
Discoteque í Klaksvíkar Klubba.
24.00-04.00 
Discoteque í Barok. Martin og Petur skipa fyri.

Mánadagin, 02. juni
20.00-21.00 
Norðoyastevnuteitið í Atlantis.

”Við Tivoli verður ein lítil pallur gjørdir, har ymiskt undirhald verður. Skráin verður í bløðunum í komandi viku.”

 VÆLKOMIN Á NORÐOYASTEVNU!