Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag: Ikki meira snakk, men peningur

John William Joensen

Tað er altið positivt at tosað verður um trivnað, men í løtuni er trupuleikin vantandi politiskur vilji

Tíverri kundi eg ikki luttaka á almenna fundinum í býráðshøllini í seinastu viku, men eg  havi havt sera stóran áhuga fyri viðurskiftunum hjá Ítróttini í Klaksvík.
Eg havi alla virðing fyri at býráði vil hoyra sjónarmið hjá borgarunum, men tað er ein sannroynd, at hesi sjónarmið eru longu vælkend í býráðnum, og tí er trupult at fáa eygað á seriøsitetin aftan fyri borgarafundirnar.
Formaðurin í Mentunarnevndini, Jórun Høgnesen, sigur í Sosialinum, at feløgini sjálvi eiga at taka stig til at fáa til vega betri umstøður:  ”Tað er ikki neyðugt at kommunan fíggjar alt einsamøll; tað hevur hon ikki orku til.”
Tað skal her verða skorið út í papp at feløgini hava ikki størri fíggjarliga orku enn til raksturin, og at flestu ítróttarfeløg í býnum eru húsvill.
Eisini hava aðrir lokal politikarar melda út, at teir fara ikki at ganga við til, at brúka meira pening til ítróttina.
Formaðurin í mentunnarnevndini hevur eisini gjørt greitt, at tann peningurin, sum hon umsitur, skullu brúkast til fólkaskúlan.
Tá politiski viljin ikki er til staðar at brúka fleiri pengar til mentan og ítrótt, so kann tað bert uppfatast sum ein roynd hjá býráðnum at skapa tað fatan at naka hendir á økinum.
Mín áheitan til trímannabólkin, ið arbeiðir við "ítrótti, mentan og fríðtíð" skal tí vera, at tey fyrst finna út av hvussu stórur tann politiski viljin er at gera íløgur í økið og hvat hetta merkir í krónum og oyrum.
Verðuleikin í løtuni er tann, at vit hava einki mentunnarhús, og at  karmarnir hjá ítróttini ikki eru betraðir síðani fimleikarhøllirnar og svimjuhøllin bleiv bygd í fyrru hálvu av 70-unum.
Stuttsagt, eigur orðaskifti ikki at snúgva seg um hvat lokalir felagskapir ynskja, tí tey ynskini kenna øll.
Enn styttri sagt: ”Ikki meiri snakk, men meiri pening og politiskan vilja!”
 
 
John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag