Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slakta neyt sjálvir ímeðan mjólk fer á sjógv

Oliver Joensen

Birni Hansen av Norðoyri mátti ídag slakta eina kúgv sjálvur tí arbeiðissteðgurin ger, at sláturvirkið ikki kann taka ímóti.

Birni Hansen av Norðoyri sigur, at arbeiðissteðgurin kemur illa við hjá bøndrunum. Eg skuldi lata tvey neyt til sláturvirkið 13. mai til sláturs, men orsakað av arbeiðissteðginum hevur hetta ikki borið til og nú noyddist eg sjálvur at slakta aðra. Stendur arbeiðissteðgurin við, verið eg noyddur at slakta eina afturat um nakrar fáar dagar.
Birni Hansen, bóndi á Norðoyri sigur víðari, at mjólkarvirkið koyrdi útivið 2000 litrar av mjólk á sjógv í síðstu viku orsakað av at undantaksloyvi bert er givið til at selja mjólk og tí liggur øll onnur framleiðsla av mjólkaúrdráttum still.
Birni sigur annars, at um onkur hevur hug at keypa sær ein neytafjórðing, ja, so er bert at ringja.