Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landskappingin, 1. deild kvinnur: KÍ-B68 8-1: Umsíðir lótu KÍ-kvinnur tað fyrsta málið inn, men tær vunnu tó 8-1 !!

(
John Færø)

Rannvá Andreasen gjørdi 4 mál, og Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen, Vivian Bjartalíð og Una Olsen skoraðu hvør sítt, tá KÍ-kvinnur enn ein stórsigur, hesa ferð 8-1 á B68, sum undan hesum dystinum bara hevði vunnið í landskappingini, har liðið er nummar 2 !!!! – Tað sigur ikki so lítið um styrkina hjá KÍ í ár !!!

Maibritt Olsen hjá B68 var kvinnan, sum fekk heiðurin at skjóta fyrsta málið ímóti suverena KÍ-liðnum, men hetta hendi altso ikki fyrr enn í sjeynda landskappingardystinum hjá KÍ, tvs. eftir áleið 600 minuttir!!!

Við hesum er støðan í landskappingini henda:

1)  KÍ         7     7-0-0    68-1        21
2)  B68       7     6-0-1    28-12     18
3)  HB        6     5-0-1    35-6       15
4)  B36       7     3-2-2    18-16     11
5)  GÍ         7     3-1-3    21-20     10
6)  EB/St.   6     2-0-4    7-32         6
7)  AB        7     1-0-6    3-32         3
8)  FSV       6     0-1-5    5-35         1
9)  Sumba   5     0-0-5    0-31         0

Næsti dystur hjá KÍ er ímóti HB í Havn tann 9. juni.

Toppskjúttar í 1. deild, kvinnur:

Rannvá B. Andreasen KÍ        24 mál
Malena Josephsen KÍ              19 mál
Halltóra Joensen HB               15 mál
Vivian Bjartalíð KÍ                  10 mál
Maibritt Olsen B68                   9 mál