Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM-kappróður á Norðoyastevnu 2003: Smyril vann 6-mannafarsróðurin og Sundabáturin vann á Páll Fanga

(
John Færø)

Í kappróðrinum hjá 6-mannaførunum við monnum var tað ein lokal sensasjón, at Sundabáturin var fyrr á mál enn Páll Fangi, sum fyri fáum døgum síðan í einum venjingarkappróðri var 20 sekund skjótari enn sundamenninir.

Tað var føroyameistarin í fjør, Smyril úr Vági, sum vann hendan kappróðurin.

Páll Fangi var uttastur vestureftir, sum eftir øllum at døma er ein vansi, tí burtursæð frá Havnarbátinum hava allir vinnararnir í kappróðrunum á Norðoyastevnu ligið í hinum borðinum – inn ímóti Kósabrúnni – har veður og vindur óiva eru til fyrimunar fyri bátarnar.

Úrslitið av kappróðrinum millum 8-mannaførini var hetta:

1) Smyril             8.25
2) Jarnbardur      8.25 +1 sekundpart
3) Strálan            8.32
4) Lómur            8.33
5) Sølmundur      8.36
6) Gongurólvur    8.38
7) Sundabáturin   8.40
8) Páll Fangi        8.41
9) Snopprikkur    9.15