Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dragin við seglum

Oliver Joensen

Beint undan Norðoyastevnu, royndu Dragamenninir at seta segl á skipið.
Væl gekst at fáa seglini upp og tað var ikki sørt, at hetta prýddi um fiskivinnubýin.

Á Norðoyastevnu vitjaðu vit umborð á Draganum. Skipað varð nevniliga fyri "opnum skipi" á Norðoyastevnu, soleiðis at fólk kundu vitja umborð at síggja hetta snotuliga farið.
Og sjón sást fyri søgn. Ikki kann sigast annað enn at skipið er eitt rættuligt "møbulstykki" fremst úr sprydinum aftur á hekkuna og niður í kjølin.
Sera nógv er fingið burturúr niðri undir hóast skipið ikki er stórt. Fremst í skarpinum er lítil verkstaður, síðani er eitt fýra koyggjukamar, aftanfyri tað er "gallan", sum er útgjørd við nýggjastu hentleikunum, í lastini er "lugarið" við sínum átta koyggjum og sum samstundis virkar sum uppihaldsrúm og aftast er maskinrúmið.
Harumframt er skipið útgjørt við wc og brúsu og í stýrhúsinum eru øll neyðug tól.
Dragin hevur ein 200 hk høvuðsmotor og hartil ein lítlan ljósmotor. Royndartúrin gekk Dragin knappar 9 míl við hjálp av motorinum.
Áhugavert verður at frætta hvussu skipið fer at bera seglini og hvussu góður siglari Dragin er.