Tað verður ringt at fáa ein betri møguleika at fáa mál enn úr 11 metrum, og tann møguleikan fekk KÍ stutt áðrenn leiklok sunnudagin, tá Atli vann KÍ eitt brotsspark eftir uppspæl frá innskifta Aleksander Djordjevic. Men tíverri var Allan óheppin at senda brotssparkiið á uttaru síðu av stongini og út til málspark, og so varð støðan verandi 0-0.
KÍ og B68 møttust í Klaksvík sunnudagin í 4. umfari av landskappingini. Liðini bæðu høvdu 7 stig undan dystinum og vóru sostatt at meta sum oddalið.
KÍ leikti verjukent
og vardi eisini væl.
KÍ leikti rímiliga varliga við nógvum monnum aftan fyri bóltin, og dúvaði so uppá at fáa nøkur skjót álop.
Hetta gav heimaliðnum ein tryggleika í aftaru ketunum, sum hevur verið saknaður í nøkrum av dystunum fyrr í ár. B68 kom so at siga ikki til nakran 100% málmøguleika í dystinum, og tað er veruliga nakað, sum er vert at byggja á hjá Jan og Olgari.
Sjálvandi skal takast við í roknistykkið, at B68 kanska ikki hevur tað allar hvassasta álopið í fyrstudeild, men kortini má avrikið í verjuni hjá KÍ fáa nakrar rósur, tá mótstøðuliðið ikki kemur til rættiliga málmøguleikar tá kann ein ikki krevja meir í tí endanum.
Verjumanningin.
Miðverjan var mannað av Sámali Eyðfinni Akursmørk og Ova Nysted, sum báðir stóðu og stríddust væl, umframt at Ovi var álopsvápn, serliga í sambandi við deyðbóltsstøður, so sum hornaspørk og fríspørk.
Í luftini her Ovi gull verdur fyri KÍ eisini í verjupartinum, har hann vann tað heila, sum kom í nánd av KÍ-málinum.
Karstin Joensen stóð væl í KÍ-málinum. Hann var vakin og altíð skjótur út at rudda upp, tá tørvur var á tí. Eisini vísti hann dømi um sína góðu lopstyrki í sambandi við hornaspark.
Høgri bakkur var Harley Bertholdsen, meðan Símun Joensen vardi a vinstra bakki.
B68 meira á
KÍ-hálvuni.
Útgangsstøðið hjá KÍ var sum nevnt heldur verjukent, har menninir hildu seg aftan fyri bóltin tvs. nokkso langt afturi á vøllinum.
Hetta gav B68 pláss og høvi til at koma nógv og leingi inn á KÍ-hálvuna, men trýstið hjá teimum náddi sjáldan heilt fram til málið, tí tætt var millum KÍ-leikararnar, sum eisini stríddust sera væl saman og fyri hvønn annan.
Onkuntíð serliga seinni í dystinum royndu toftamenn at lokka KÍ-ararnar longur fram á vøllin við at spæla saman har aftur á teirra hálvu, men hesum lótu klaksvíkingar seg ikki snýta av, men valdu heldur at halda seg til lagda taktikkin við disciplineraður verjuspæli og skjótum álopum fram á B68 hálvuna.
KÍ-manningin á
miðvølli og álopi.
Jan og Allan Joensen vóru mitt á miðjuni, meðan Erling Fles og Atli Danielsen lógu ávíkavist í vinstru og høgru síðu.
Síðani sá Leon Bjartalíð út til at liggja eitt sindur longur frammi í høgru, meðan Hjalgrím Elttør var fremsti maður hjá KÍ við útgangsstøði í vinstru álopssíðu.
Seinasta korterið av dystinum kom Alexander Djordjevic inn í álopið fyri Hjalgrím, sum tá flutti aftur á plássið hjá Jan Joensen, ið fór út fyri Djordjevic.
KÍ ikki nógvar
málmøguleikar.
Hóast dentur tóktist vera lagdur á at hava tætta verju, gjørdu hesir menninir nøkur skjót álop fram eftir vøllinum, men kortini var tað ikki so ofta, at komið varð til stórar málkjansir onkrir vóru kortini.
Samanlagt var kanska ikki tann stóri munurin á álopsspælinum hjá KÍ í hálvleikunum báðum. Tann mest deyða periodan hjá KÍ var í fyrru helvt av seinna hálvleiki, tá tað var serliga langt millum álopsroyndirnar hjá KÍ, men móti endanum serliga eftir at Djordjevic var komin inn og gav okkum dømi um, at hann einaferð hevur verið í allar fremstu røð í fótbólti.
Hjalgrím og Allan
bestu møguleikar.
Tað var í fyrra hálvleiki, at Hjalgrím fekk tveir hampuliga stórar málmøguleikar, sum hann sjálvur var við til at skapa.
Fyrru ferðina var í teimum allar fyrstu minuttunum av dystinum, tá tann kviki men ikki so skotsterki málmaðurin hjá B68 í einum útsparki rakti bóltin so illa, at hann fór beinleiðis út til Hjalgrím, sum valdi at royna at reka fram við Hans Fróða Hansen í B68-verjuni heldur enn at skjóta. Tað eydnaðist verjuleikararnum at fáa bóltin av Hjalgrími.
Toftamaður var
nær eini útvísing
Seinni málmøguleikin hjá Hjalgrími, sum her verður hugsað um, var størri enn tann fyrr nevndi.
Hetta var, tá hann fekk eina góða sending fram eftir miðásini og kvikur sum hann er setti fulla ferð á við bóltinum.
Komin heilt til brotsteigarmarkið, við beinari kós á máliið, brúkti verjuleikarin hjá B68 ta sonevndu neyðbremsuna, har hann tveitti seg í føturnar hjá Hjalgrími, sum misti fótafestið av hesum og datt skreiðandi inn í brotsteigin.
Ein eitt sindur kort-glaðari dómari hevði óiva funnið ta droyra kortið upp úr lummanum, men Niclas valdi heldur at vísa toftamanninum ostaflísina, og so slapp B68 at halda fram við 11 monnum. Niklasi á Líðarenda er eftir okkara meting ein heilt góður dómari, og møguliga var hendan avgerðin hjá honum eisini í lagi, tí kanska B68-arin ikki so beinleiðis legði eftir Hjalgrími … men tað er altso bara kanska!
Onkur fríspørk
hjá KÍ vóru góð.
Hendan seinast nevnda hendingin vann KÍ sjálvandi eitt fríspark dygst við brotsteigarmarkið hjá B68.
Ofta tekur Allan Joensen sær av hesum fríspørkum, og tað ger hann eisini væl, men hesa ferðina fekk Atli Danielsen, sum eisini er ein góður skjútti, møguleikan. Hann valdi at skjóta eitt flatt skot eftir jørð. Bólturin fór vinstru megin málið hjá B68, men á vegnum mundi Hjalgrím fingið sett tánna á bóltin, tá hann tveitti seg fram eftir honum. Hann rakk akkurát ikki bóltinum, og so var málspark til B68.
Eitt annað fríspark í somu síðu, eitt sindur aftari, tók Allan sær av. Hann sendi bóltin væl innfyri, har Ovi var hægstur og stútaði ímóti B68-málinum, men beint omanfyri.
Brotssparkið.
Størsti málmøguleikin av øllum í dystinum var sjálvandi brotssparkið, sum KÍ fekk fáar minuttir áðrenn leiklok.
Bólturin varð spældur fram til Djordjevic, sum stutt frá baklinjuni hjá B68, høgrumegin brotsteigin hjá teimum, fekk fintað seg til eitt innlegg í brotsteigin, har Atli millum aðrar var staddur.
Samstundis sum hetta hendir, skumpar ein B68-verjuleikari Atla í ryggin, Atli, sum hevur ryggin til málið, dettur fram eftir rommum, og Niclas er skjótur at peika á brotssparksblettin.
Allan Joensen sendir málmannin tann skeiva vegin, men tíverri fer skotið beint uttanfyri málkarmin hann er enntá so nær, at bólturin kýnir stongini, áðrenn hann fer út til málspark. Tað var synd.
Eftir hetta trýsti KÍ eitt sindur afturat, men tað rakk ikki til nakað mál, og so var 0-0.
B68 vann steypið.
Talan var um stevnudyst á Norðoyastevnu, so hann mátti avgerast við brotsspørkum, og har vann B68, við tað at KÍ brendi tvey skot, meðan Karstin tók ta eina brotssparkið hjá B68.
Toftamenn fóru tí við steypinum út á Svangaskarð. Tillukku við tí!
Higartil ein góð
byrjan hjá KÍ.
Samanumtikið ein dystur, har KÍ kom sera nær einum 1-0 sigri á B68, sum hevði ført teir fram um øll hini liðini á ein einsamallan oddasess.
Nú bleit tað til javnleik og ein felags oddasess í kappingini saman við fleiri øðrum liðum. Byrjanin upp á landskappingina hevur verið bara heilt í lagi hjá KÍ higartil.
Næsti dystur hjá KÍ er á útivølli ímóti Skála tann 15. juni eftir landsdystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi.
Úrslitini í 1. deild
hetta leikumfarið.
Skála B36 (spæla mánakv.)
NSÍ VB 4-0
HB GÍ 2-2
FSV EBStr. 1-1
KÍ B68 0-0
Næsta umfar
tann 15. juni:
NSÍ B68
Skála KÍ
HB EBStr.
GÍ VB
FSV B36
Stigatalvan í
landskappingini
01) NSÍ 8 stig
02) HB 8 stig
03) B68 8 stig
04) KÍ 8 stig
05) GÍ 8 stig
06) EBStr. 5 stig
07) FSV 4 stig
08) VB 2 stig
09) B36 1 stig
10) Skála 0 stig
Øll liðini hava leikt 4 dystir, uttan GÍ, sum hevur leikt 5, og B36, sum hevur leikt 3.




