Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan S. heimafturkomin av sínum fyrsta túrið

John William Joensen

Tað var ein vælnøgdur reiðari sum tók móti, tá Jógvan S kom aftur av sínum fyrsta túrið á norðhavinum.

Tað er at fegnast um at eitt skip er komi afturat í flotan hjá okkum her norðuri, og hóast Jógvan S. ikki er nýbygningur (fyrrverandi Ågot), so tekur hann seg sera væl út á Vánni.
 
Fegnast um skipið
Reiðari hjá Jógvan S. er Jógvan Lützen og hann er vælnøgdur við skipið.
” Vit hava framt stórar ábøtur á skipið og vit høvdu sjálvandi roknað við onkrum barnaskjúkum hendan fyrsta túrin, men alt gekk sum tað skuldi. Fiskiskapurin var eisini í lagi og hava teir fiskað 90.000 pund í eina viku.
Eisini var manningin væl nøgd við skipið og eg haldið at vit kunnu gleðast um at eitt skip er komið afturat í flotan.”
Seinri í kvøld fer Jógvan S. niður til Skotlands at selja.
 
Sigla undan verkfallinum
Reiðarin á Jógvan S. heldur ikki at teir eru so meint raktir av verkfallinum.
„ Sjálvandi eru tað meirútreiðslur fyri okkum at vit ikki sleppa av við veiðuna her, men eru noyddir at sigla niður til Skotlands, men tað sum er avgerðandi fyri okkum er hvønn prís vit fáa fyri lastina.
Tað tó klárt at vit eisini eru raktir av verkfallinum, og longri tíðin gongur, størri ávirkan fær tað eisini á okkum.“