– Fyrsta stigið tikið av býráðinum
Mitt í øllum verkfallsrokanum sá ein sjáldsamur fundur dagsins ljós herfyri.
Fyri fyrstu ferð fekk eg høvi at fara á ein borgarafund, sum snúði seg sum mentan (!)
Tað var bólkurin, sum er settur at gera eitt álit um mentan, ítrótt og frítíð í Klaksvíkar kommunu, sum kallaði til fundar.
Ein slíkur fundur er týdningarmikil og hoyrdist tað eisini aftur í rúgvuni av ítøkuligum uppskotum til mentannarliga menning her á staðinum.
Eftir fundin stóð tó ein spurningur eftir: hevur Klaksvíkar býráð nakrantíð havt ein veruligan mentannarpolitikk?
Tá eg her sigi ‘mentannarpolitikk’, tá meini eg við:
· Eina politiska semju um hvat mentan er fyri okkum
· Eina politiska semju um fíggjarorkuna, sum skal til, fyri at seta politikkin í verk
Ikki meira snakk..
Formaðurin í Norðoya Sambandsfelag úttalaði seg eftir fundin við orðunum: ‘Ikki meira snakk, men peningur’. Orsøkin til hesu orð er helst tann, at soleiðis sum okkara kommunala fíggjarætlan er skrúvað saman, so eru játtanin til fólkaskúlan og til mentan í sama kontubólki. Tí hoyra vit ofta argumentið, at tá útreiðslurnar til fólkaskúlin (sum alneyðugt og beinanvegin) skulu økjast eftir tørvinum í hesum tíðum, so kunnu vit ikki brúka meira til mentan.
Hyggja vit at fíggjarætlanini fyri Klaksvíkar býráð fyri 2002, so sæst, at góðar 14 mkr. eru settar av til mentan. Tað svarar til meira enn 12% av tí samlaðu fíggjarorkuni. Ikki so gali, kunnu vit kanska hugsa. Men hyggja vit nærri at hesi avseting síggja vit, at fólkaskúlin stendur fyri nógv tí stórsta partinum av játtanini.
Mentan uppmóti skúlanum?
Her kunnu vit, sum ein av fundarluttakarnum vísti á, spyrja, um tað er rætt, at útreiðslurnar til mentannarpolitikkin skulu haldast upp í móti hart tiltrongdu útreiðslunum til fólkaskúlan?
Tað er ein spurningur, um fólkaskúlin enn í dag er at meta sum eitt beinleiðis mentamál.
Fyri 200 árum síðani var tað at lesa, skriva og rokna als ikki vanligt manna millum. Tá var skúli og skúlaskapur eitt umráðandi mentannarstrev.
Sama var í Føroyum, tá ‘fyribils skúlalógin’, undir stórum mótmælum av føroyingum sjálvum, í 1854 varð sett í gildi og seinni, í 1872, tá fyrsta fólkaskúlalógin fekst at virka.
Tá var skúli yvirhøvur eitt týdningarmikið mentamál í Føroyum, tí hann ruddaði út eina stóra forðing fyri menning av samfelagnum, nevnliga analfabetismuna.
Analfabetisma finst ikki í dag og tí eru avleiðingarnar av virkseminum hjá skúlanum í dag ikki tær somu sum tá.
Hvat er so eftir?
Jú, 14 mkr. standa til mentamál. Men tá skúlin, ítróttarøkið, býarfríðkan og kirkjugarðar eru tiknir burturúr, eru 2,8 mkr. eftir og verða tær nýttar til stuðul til ymisk tiltøk og feløg.
Tað er heldur hesa upphædd, og ikki tær 14 mkr., sum vit skulu hyggja at, tá vit tosa um mentannarpolitikkin. Mentannarpolitikkurin hjá okkum snýr seg sostatt um eitt ark í fíggjarætlanini, áljóðandi 2,8 mkr., sum tó er kærkomin stuðul til nógv av okkara feløgum og tiltøkum.
Men enn hava vit ongan mentannarpolitikk og einki mentannarálit at miða eftir.
Tí var borgarafundurin herfyri so týdningarmikil og tí er bólkurin, sum nú situr og arbeiðir við mentan, frítíð og ítrótti so týdningarmikil. Tá bólkurin kemur við sínum áliti um nakrar mánaðir, verður tað tað fyrsta stigið móti einum veruligum politikki á mentannarøkinum í Klaksvík.
Tá vit fáa mentannarpolitikkin fram í ljósið, fara vit eisini at fáa politiska viljan fram í ljósið.
Rani Nolsøe
Býráðslimur




