Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henrik Larsen á rættari kós

John William Joensen

Gary Lineker segði einaferð, at fótbóltur var eitt spæl har tvey lið møtast við hvør sínum 11 leikarum, og Týskland vinnur til síðst.

Dysturin á Tórsvølli millum Føroyar og Týskland, bleiv ikki tann stóra sensatiónin sum vit kanska gingu og droymdu um.
Hóast Týsku heimsstjørnurnar langt frá livdu upp til "Varðaheimsmeistara" heitið, so megnaðu teir at fáa 3 stig, og kunnu halda leiðina fram móti EM-endaspælinum.
Meiri er ikki at siga um týska avrikið.

Føroyingar mugu
tora meira
Heiðurligu tapini móti Íslandi og Týskalandi, kunnu vit tíanverri ikki brúka til nógv.
Vit mugu fáa stig burtur úr dystum, sum vit spæla, annars verða vit verðandi aftast í bólkinum.
"Vi skal spille fodbold!" var boðskapurin hjá Føroyska landsliðsvenjaranum Henrik Larsen.
Vegurin framm, sum landsliðsvenjarin sjálvur hevur sagt, er at vit mugu tora at spæla fótbólt.
Føroyska landsliði í løtuni, stendur væl í verjustøðu, men skulu vit gera okkum tankar um at koma víðari, so mugu vit velja loysnir, sum gera okkum vandamiklari frammi á vøllinum.
Tað er altíð lætt at sita eftir ein dyst og gita um hvørjar leikarar venjarin átti at hava brúkt ístaðin fyri teir sum leiktu, men tað var sjón fyri søgn at nakrir av arbeiðshestunum, sum mikukvøldi megnaðu at halda tørn í 88 minuttir, ikki høvdu neyðugu fótbóltsevnini til at spæla skilagott tá vit fóru í álop.
Skal Føroyar koma longur fram og verða ein verðulig hóttan móti mótstøðuliðum, so má landsliðsvenjarin loyva tekniskt betur leikarum framat. Tó er ikki talan um stórvegis broytingar, men heldur ein ella tveir leikarar á miðvøllinum.

Todi er ein "must"’
Landsliðsvenjarin hevur sent tey røttu signalini út, og tað er umráðndi at hann verður stuðlaður í at fylgja síni fótbóltshugsjón, men landsliði hevur í løtuni brúk fyri eini saltvatns-innspræning.
Eitt comback við Toda Jónsson hevði givið meiri tyngd í álopsspælið, sum so hevði styrkt sjálvsálitið hjá hvørjum einstøkum landsliðsleikara.
Vit tora ikki nóg væl at spæla bólt, og skulu vit fáa fleiri stig í EM undanspælinum so noyðast vit at tora.
jwj

Harleywoodpaint