Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjarðastevnan við FM-kappróðri verður leygardagin: Páll Fangi er aftur fullmannaður

(
John Færø)

Uni Oknadal, sum seinastu vikuna ikki hevur fingið vant vegna pínu í rygginum, sum hann fekk undir venjing í síðstu viku, vandi hóskvøldið aftur saman við hinum – sostatt eru teir fullmannaðir til FM-kappróðurin á Fjarðastevnu, sum verður á Strondum um vikuskiftið.

Uni Oknadal, bátsformaður á Páll Fanga við monnum, fekk seinasta fríggjakvøld brádliga pínu í ryggin undir venjing.
– Vit høvdu verið í Haraldssundi og høvdu róð við góðum tempo innaftur á Klaksvík, og skuldu júst taka 20 kraftig tøk, tá tað hendi. Tá eg setti á fyrstu ferð, hendi nakað við rygginum, sum gjørdi, at eg slettis ikki fekk róð, greiðir Uni frá.

Overving er
helst orsøkin.
Sum kunnugt er kappróður ein ítrótt, har likamið verður sett undir stórt trýst, og vandin fyri skaðum er tí eisini til staðar.
Ein skaðin sum hesin kemur tí helst av, at ryggurin verður yvirbelastaður (overvaður).
Sum kapprógvari er Uni kendur fyri at leggja nógv fyri.
Uttan at hetta skal setast í samband við hendan skaðan, kunnu vit til stuttleikar nevna, at árin hjá Una brotnaði undir tí fyrstu venjingini aftan á Norðoyastevnu!

Fróði og Jákup
hava avloyst.
Hesa vikuna, hann ikki hevur kunnað vant, hevur Uni havt avloysarar fyri seg umborð.
Hesir hava verið Fróði Waag, sum er væl kendur í Kl. Róðrarfelag, og Jákup Johansen, venjarin hjá Ægi, sum eisini hevur royndir sum kapprógvari.

Við aftur.
Men sum nevnt var Uni hóskvøldið aftur umborð og vandi saman við hinum.
Sostatt eru nú útlit til, at hann verður við til FM-kappróðurin á Fjarðastevnuni á Strondum leygardagin.

Harleywoodpaint