Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM-kappróður á Fjarðastevnu: Páll Fanga kvinnur vóru bert hálva bátslongd frá Gongurólvi

(
John Færø)

Tað var sera stórur spenningur í 6-mannafarsróðrinum hjá kvinnum á Fjarðastevnu leygardagin, har Páll Fanga kvinnur lógu á odda stóran part av róðrinum men vórðu at enda tiknar av Gongurólvi, sum vann sera tepurt.

Vit lurtaðu eftir Jógvani Arge í útvarpinum, sum segði nakað soleiðis frá – hann hevur skotið fyri lítlari løtu síðan, tá vit koma inn:

Páll Fangi og Lómur eru stavn um stavn og Gongurólvur er ein skut aftari.

Nú legði Páll Fangi seg á odda við einari heilari bátslongd, og Gongurólvur er nr. 2.

Tað er støðan framvegis.

Ivasamt um nr. 3 – Helst Lómur.

Gongurólvur hevur nú kanska hug at taka seg inn á Páll Fanga – hevur tikið róðurskvinnuna og nærkast lærinum, men so svara tær á Páll Fanga aftur.

Gongurólvur tekur seg nú aftur fram, nú vit hava róð hálvt málið. Hann er farin at renna, nærkast toftini hjá Páll Fanga – skutur á muni millum Gongurólv og Páll Fanga nú vit koma til 400 metra málið.

Nú styttist uppaftur meir, Gongurólvur hevur hug at taka seg framum – nú rógva tær akkurát í takt, og Gongurólvur vinnur 5 cm. nú og 5 cm. tá. Og Gongurrólvur er nú á odda.

Men nú svara Páll Fangi aftur, men Gongurólvur fer aftur frá honum.

Nr. 3 Lómur, nr. 4 Smyril.

Vit koma nú á 200 metra málið. Páll Fangi hongur í – hann tekur seg fram á Gongurólv, hann hevur sett ein spurt í, bara ein hálvur skutur á muni, Páll Fangi er sera nær, men nú svarar Gongurólvur eitt sindur aftur.

Nú longist aftur útivið hálv bátslongd. Nú skeyt hann fyri Gongurólvi, síðani fyri Páll Fanga, síðani fyri Lómi, so Smyril, so var tað Fortuna og Fuglfirðingur aftast.

Har var næstan eingin munur – ikki eitt sekund!!


Tíðirnar hjá 6-mannaførunum við kvinnum vóru hesar:

1) Gongurólvur   5.05.15   14 stig
2) Páll Fangi       5.06.10   10 stig
3) Lómur            5.11.23     8 stig
4) Smyril             5.17.25     6 stig
5) Fortuna           5.27.18     4 stig
6) Fuglfirðingur     5.35.14    2 stig