Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur – Evropa Cup menn – heilsan frá KÍ: KÍ kann møta fyrrverandi UEFA-Cup vinnarunum

(
John Færø)

Í dag klokkan 13.00 í Nyon í Sveis verður lutakastið um hvør skal møta hvørjum í europeisku kappingini, UEFA CUP. Millum møguligu mótstøðuliðini er Manchester Citi, sum Kevin Keegan venur, og sum kom við í Evropa kappingina orsaka av fairplay plássinum í Premierleague.

Serliga spennandi er í bólki E har KÍ er sett millum liðini: Total Network Solutions frá Wales, FC TVMK Tallinn úr Estlandi, FC Etzella Ettelbruck úr Luxemborg og síðan fýra onnur lið, sum eru styrkismett nakað sterkari.

Styrkismettu liðini, sum KÍ kann møta eru ongin mætari enn, vinnarin av UEFA Cup kappingini í 1970 Manchester City, Norska felagið Molde FKhar fyrrverandi KÍ málverjin Jákup Mikkelsen spælir, Kamen Ingrad úr Kroatia og síðan liðið sum verður nummar 3 í donsku superliguni, eftir seinasta umfar sum verður leikt komandi sunnudag 22. juni (í skrivandi stund er Farum nr 3).

Vit krossa fingrar og vóna at tað verður Keegan, Seamann og hinir úr Premierleague sum KÍ kemur at møta….Go KÍ…

Harleywoodpaint