Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óprofessionell framferð

John William Joensen

Tað er sera óheppið og óprofessionelt, at Norðoyatunnilin longu nú, hann hevur sett fyrsta spakan í, ið samband við stórarbeiði sum skal gerast við Borðoyarvík, er komin upp at toppast við eigararnar av lendinum har vegurin ætlandi skal liggja.

Sum Norðlýsið skilir, so er orsøkin til at arbeiðið við at kanna lendið fornfrøðiliga nú er steðgað, bert komin í av kleyvarskapi frá Norðoyatunnlinum.
Vit hava fyrr ført fram, at kunningin til borgararnar í Klaksvík og ikki minst til tey mongu, sum eiga ognir í sambandi við tunnilsgerðina og vegagerðina eru alt ov lítið kunnaði.
Maðurin, ið eigur teigin, har gavimaskinan nú er steðgað upp, hevur ikki so mikið sum fingið eina áheitan um at lata gravimaskinuna fara ígjøgnum øki hjá sær og tað munnu helst vera mong okkara, ið høvdu ilskast um tað almenna fór ígjøgnum ogn okkara uttan so mikið sum at ómakað sær at biðja um loyvi.
Eigarin av hesum lendinum, sum nú hevur steðga grevstrinum hevur annars einki ímóti at vit fáa ein undirsjóvartunnil og hartil veg ígjøgnum stykkið hjá honum. Men sjálvandi skal Norðoyatunnilin fáa viðurskiftini upp á pláss áðrenn hann fer inn á annan mans ogn.
Grivið er higartil frá Oyravegnum og yvir ímóti flesjavegnum. Hagani skal vegurin til tunnilin úr Flesjavegnum eftir vegnum út á Bátahylin og til tunnilsmunnan, soleiðis at skilja at hesin skal breiðkast, og yvaleyst skulu eisini her fáast viðurskifti við eigarar í rættlag.
Helst eru nógv fleiri eigarar vestarumegin Flesjavegin, so tað má sigast at vera sera óheppi at Norðoyatunnilin kemur upp at toppast við eigararnar um nakað, ið ikki átti at komið fyri.
Tað er at vóna at Norðoyatunnilin P/F vísir størri fyrilit og í minsta lagið dugir sær fólkaskikk.

Harleyfacadeacryl