Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður á Jóansøku leygardagin: Tygor vinna aldrin aftur á Smyrol

(
John Færø)

Suðringar tykjast hava stórt sjálvsálit, tá tað snýr seg um 6-mannafarið Smyril við monnum úr Vági, sum nú skal rógva eitt slag av einum heimakappróðri, hóast Jóansøkan hesaferð er á Tvøroyri. – Suðringar, sum Norðlýsið hevur verið í samband við í vikuni, vóru ikki í iva um, at tað var eitt eingangs upplivilsi, sum Páll Fangi fekk á Fjarðastevnu, tá teir vunnu á Smyrli.

– Tað var bara tí, teir á Smyrle ikki vistu av teimum, at teir á Páll Fanga vunnu á Skálafjørðinum!!
– Tykkara bátur lá so uttarlaga, at teir á Smyrle ikki uppdagaðu teir, og tí slapp Páll Fangi at vinna!!

Nei, sjálvsálitinum hjá suðringum bagir einki undan Jóansøku-kappróðrinum – í øllum førum ikki tá tað snýr seg um 6-mannaførini við monnum, har vágsbáturin Smyril hevur vunnið 2 av 3 kappróðrum higartil í ár.

Tann eina róðurin vann Páll Fangi á Fjarðastevnu á Skálafjørðinum, eftir at Smyril hevði vunnið á Norðoyastevnu, og aftur á Sundalagsstevnu seinasta vikuskiftið vann Smyril.

Jóansøkuróðurin verður sostatt tann fjórði higartil í ár.

Spennandi verður.

Vit prenta her startrøðina (kelda www.krf.fo).

Fimmmannafør, dreingir
1 Kollur
2 Royndin Fríða
3 Tjaldrið
4 Havfrúgvin
5 Sílið
6 Blikur
7 Fípan Fagra 1G
8 Junkarin
9 Báran

Seksmannafør, kvinnur
1 Fortuna
2 Lómur 1G
3 Jarnbardur 1G
4 Gongurólvur 1G
5 Páll Fangi 1G
6 Fuglfirðingur 1G
7 Smyril 1G

Fimmmannafør, gentur
1 Hulda
2 Ørnin
3 Firvaldur
4 Drekin
5 Havfrúgvin 1G
6 Blikur 2G
7 Sílið 1G
8 Fípan Fagra
9 Junkarin
10 Kollur
11 Tjaldrið

Seksmannafør, menn
1 Hvessingur
2 Kollfirðingur
3 Sølmundur
4 Sundabáturin
5 Páll Fangi
6 Jarnbardur 1G
7 Smyril
8 Strálan
9 Gongurólvur
10 Lómur
11 Riddarin
12 Snopprikkur

Áttamannafør
1 Kvívíkingur
2 Argjabáturin
3 Ørvur
4 Knørrur 1G
5 Teistin

Tíggjumannafør
1 Havnarbáturin
2 Nólsoyingurin
3 Eysturoyingur
4 Vestmenningur