Um tú fert ein túr eftir Dalagøtuni úti á Oyri, gongur tú teg framá hendan steinin, ið hevur ligið soleiðis síðani tiltikna stórkavan í 1947.
At fara ein túr eftir Dalagøtuni og eystur á Dalar er ein góður gongutúrur. Vit royndu hendan túrin leygarkvøldið. Vit fóru av gomlu bygdini á Norðoyri, har gøtan byrjar.
Komnir niðan á Svøðina, var sera nógvur heiðafuglur at síggja. Beint niðanfyri gøtuna, á Svøðini omanfyri tey ytstu húsini á Oyri, sóu vit hesa ótrúligu sjón, har hesin stóri kletturin, ið helst er útivið 1 til 1½ metur í tvørmát og kanska eina manshædd høgur, liggja omaná øðrum steini. Ikki kann sigast at flatan, steinurin stendur á er serliga stór, kanska eina til tvær spannir og sjálvandi undraði tað okkum hvussu hesin steinurin var komin at liggja soleiðis.
Men frágreiðingina fingu vit frá Birna Hansen, bónda á Norðoyri.
Birni sigur okkum, at steinurin er komin at liggja har í tiltikna stórkavanum í 1947. Sagt verður, at har var eitt skalvalop tá og at steinurin hevur ligið soleiðis líka síðani kavin tánaði í 1947.
Orð: Oliver
Mynd: Jørgin Ellingsgaard




