Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Articon byggir samferðsluhavnina í Suðuroy

John William Joensen

Úrslitið av lisitatiónini hjá Landsverkfrøðinginum hin 18. juni var, at Articon hevði lægsta boðið uppá
bygging av samferðsluhavn í Suðuroy.

Nú er endalig avtala um arbeiðið undirskrivað.

Lisitatiónin
Hin 18. juni 2003 var lisitatión hjá Landsverkfrøðinginum, har øll tilboð uppá bygging av samferðsluhavn í Suðuroy vóru latin upp og almannakunngjørd. Til staðar vóru umboð fyri Byggisamtakið Suðuroy, sum er ein samskipan millum Byggitek, J&K Petersen og NCC, umboð fyri Phil & Søn, Articon, MT Højgaard og Landsverkfrøðingin. Tá ið av tornaði hevði P/F Articon lægsta boðið á góðar 51 mió.

Tilboðini
Í tíðarskeiðnum frá 18. juni og fram til 14. juli, tá endaliga avtalan var undirskrivað, er eitt kanningararbeiði farið fram hjá Landsverkfrøðinginum, har tilboðini eru gjøgnumgingin og krónur og oyru eru sett á øll fyrivarni fyri at finna lægsta boðið.

Articon framvegis lægsta boð
Við øllum fyrivarni hevur Articon framvegis lægsta tilboðið, og hava samráðingar tí verið við hetta felag. Endalig avtala millum Landsverkfrøðingin og Articon var undirskrivað mánadagin 14. juli, 2003. Arbeiðið uppá samferðsluhavnina í Suðuroy kann sostatt byrja beinanvegin.

Heildarkostnaður
Samlaði kostnaðurin fyri havnina er mettur til kr. 60 mió. alt íroknað, herundir: Byggileiðsla, eftirlit og atkomumøguleikar hjá ferðafólki til gongu.