Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við KÍ til Molde

John William Joensen

Í samband við UEFA-CUP dystin hjá KÍ í Molde, er nú møguligt hjá viðhaldsfólki at keypa ferðaseðil

Frá KÍ verður upplýst at farið verður úr Føroyum við Atlantsflog týskvøldi 12. august kl. 19:00, beinleiðis til Molde.
Í Molde koma viðhaldsfólkini at búgva á ”Rica Seilet Hotel” sum er eitt tað besta hotelli í Evropa.
Farið verður úr Molde við Atlantsflog fríggjamorgunin 15. august kl. 04:15.
Prísurin fyri flogferðina, bussflutning, ferðaavgjøld, Hotell v/morgunmati er kr. 3.995,-.
 
Avmarkað nøgd
Frá KÍ verður upplýst at tað eru einans 40 ferðaseðlar eftir og tí skulu fólk gera skjótt av um tey vilja ogna sær pláss á ferðini til Norra.
Eisini verður upplýst at KÍ ikki enn hevur fingið atgongumerkini til sjálvan dystin frá Molde, og at prísurin fyri atgongumerkini tí ikki er íroknaður ferðaseðilin.
Tó er upplýst at atgongumerkini kosta úr 50 krónum upp í 180 krónur.
Tey sum ynskja sær ferðaseðil kunnu venda sær til Nichels Lützen tlf. 216739 ella Karl Birgir Isaksen tlf. 214406.