Nú sæst ljós í fleiri av íbúðunum undir Kráarbrekku, har tey so smátt eru byrjaði at flyta inn. Millum fyrstu íbúgvarnar eru Fríðborg og Karstin Petersen, sum hósdagin í síðstu viku fingu lyklarnar handaðar av Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóra.
Sólin skein bæði oman og niðan, tá vit í síðstu viku vóru vit framvið við myndatólinum undir Kráarbrekku, har hjúnini Fríðborg og Karstin Petersen fingu lyklarnar til íbúð teirra handaðar av Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóra.
Tey eru millum tey fyrstu, sum nú eru flutt inn í eina íbúð undir Kráarbrekku, har nøkur eru flutt, meðan onnur eru á veg at flyta inn. Tær flestu av íbúðunum eru heilt lidnar, meðan nakrar fáar í tí ovastu lonini eru um at verða klárar at flyta inn í.
Sum skilst er áhugin stórur í íbúðunum, serliga nú fólk eru byrjaði at flyta inn. Allar tær størru eru umbidnar, meðan nakrar av teimum smærru framvegis eru tøkar.




