Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnbjørn Vang, Rúni Dragaberg og Rani Baldursson á talvlandsliðnum

(
John Færø)

Um vikuskiftið tapti føroyska talvlandsliðið tepurt 9-11 í 2 umførum ímóti Íslandi. Hetta var fyrsti landsdysturin hjá Rana Baldursson, sum telvaði eitt talv, ið endaði javnt. Rúni Dragaberg tapti eitt og vann eitt, meðan Finnbjørn Vang vann bæði síni talv.

Føroyska talvlandsliðið, sum fór til Íslands 8. august, var hetta:

1.   John Rødgaard
2.   Carl Eli Nolsøe Samuelsen (liðleiðari)
3.   Martin Brekká
4.   Finnbjørn Vang
5.   Bernhard Thomsen
6.   Herluf Hansen
7.   Jákup á Rógvu Joensen
8.   Arild Rimestad
9.   Rúni Dragaberg
10. Jón Mikkelsen
11. Rani Baldursson

Sum nevnt fevndi landsdysturin um 2 umfør. Tað fyrra endaði soleiðis:

1. Askell Karason (2305) – IM Rodgaard 0-1 (Rodgaard hvítt)
2. Arnar Thorsteinsson (2210) – Carl Eli 1/2
3. Rúnar Sigurpálsson (2155) – Martin B. 1-0
4. Tór Valtysson (2150) – Finnbjorn V. 0-1
5. Pálmi Petursson (2130) – Bernhard T. 1/2
6. Halldór H. (2105) – Herluf Hansen 1-0
7. Jón B. (2075) – Jákup á R. Andrs. 1/2
8. Stefan B. (1990) – Gunnar Joensen 1-0
9. Skafti I. (1835) – Rúni Dragaberg 1-0
10. Sigurður E. (1815) – Jón Mikkelsen 1-0

Altso 6,5 – 3,5 til Íslendska liðið, sum er væl sterkari enn tað føroyska, tá um rating ræður.

Betur gekst føroyingum í seinna umfarinum, har einstøku úrslitini vóru hesi:

1. Áskell Örn Kárason – John Rodgard 0,5-0,5
2. Rúnar Sigurpálsson – Carl Eli Samuelsen 0-1
3. Þór Valtýsson – Martin Brekká 0,5 – 0,5
4. Gylfi Þórhallsson – Finnbjörn Vang 0-1
5. Pálmi Pétursson – Bernhard Thomsen 1-0
6. Halldór Halldórsson – Herluf Hansen 1-0
7 Jón Björgvinsson – Jákup á Rógum Andreassen 0-1
8. Stefán Bergsson – Gunnar Joensen 1-0
9. Skafti Ingimarsson – Rúni Dragaberg 0-1
10. Sigurður Eiríksson – Rani Baldursson 0,5 – 0,5

Sostatt endaði seinna umfarið 5,5 – 4,5 til Føroyar, og dysturin endaði sostatt 11-9 til heimaliðið, ið má metast sum nøktandi fyri føroyska liðið.

Harleywoodpaint