Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey fjølgast undir Kráarbrekku

(
John Færø)

Meðan summarfrítíðin hevur verið upp á tað hægsta, er talið íbúgvum í íbúðunum undir Kráarbrekku so líðandi hækkað, og talið av íbúðum, sum ikki eru leigaðar út, minkar støðugt.

– Vit fáa javnan fyrispurningar frá fólki, sum hava áhuga í at fáa eina íbúð, upplýsir Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu, sum tekur sær av tí umsitingarliga fyri Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku.

– Hesar seinastu vikurnar er talið av íbúðum, sum ikki eru útleigaðar, minkað støðugt, og nú er tað komið niður um 10, sigur Jancy, sum javnan fer undir Kráarbrekku at vísa áhugaðum fólki íbúðirnar.