KÍ hevur í kvøld vant á Molde stadion
Niðurteljingin til stóru uppgávuna hjá KÍ ímóti Molde hóskvøldið er av álvara byrjað.KÍ liðið vandi kl. 19 í kvøld á Molde stadion, sum í fjør varð mett at vera eitt tað fremsta í heiminum. Tað varð bygt í 1998, og tá kostaði tað 218 milliónir krónur. Talan var um lætta venjing. Akkurát hvussu nógvir áskoðarar fara at vera á stadion í annaðkvøld er ikki greitt, men í gjárkvøldið vóru omanfyri seks túsund atgongumerki seld.
Á tíðindafundi seinnapartin í dag segði venjarin hjá Molde, at hann vónaði, at hansara lið fór at vinna 3-0. Hann metti tað úrslitið at vera nóg mikið at halda tørn um samlaða sigurin, tá ið Molde um tvær vikur skal spæla ímóti KÍ á Svangaskarði. Samstundis ásannaði venjarin, at hann kennir millum lítið og einki til føroyskan fótbólt. Men hann visti sjálvandi um Hjalgrím Elttør, sum Molde sigst hava havt eyguni við síðstu tíðina.
KÍ venjarin, Jan Joensen, vildi á tíðindafundinum ikki siga nakað ítøkiligt, hvat úrslit hann fór at vera nøgdur við. Men hann vónaði, at tað fór at vera heiðurligt.
Dysturin verður á Molde stadion hóskvøldið kl. 18 føroyska tíð. Tá ið føroyingarnir vandu í kvøld, regnaði tað.




