Harley
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Molde tykist ikki undirmeta KÍ

(
John Færø)

Sambært heimasíðuni hjá Molde FK (www.moldefk.no) tykist felagið ikki undirmeta KÍ. Sagt verður, at KÍ hevur breiðar royndir frá Evropa-kappingum, og at føroyska landsliðið støðugt fær góð úrslit ímóti stórum fótbóltstjóðum.

Nógv er broytt síðan september mánað í 1990, tá eysturríkska landsliðið kvøldið fyri landsdystin ímóti føroyingum fór til Keypmannahavnar í biograf, samstundis sum teir kappaðust um at koma við boðum uppá, hvussu stórur sigurin til Eysturríki fór at verða.

Í dag kunnu vit staðfesta, at tann tíðin er farin.

Tey í Molde hava ivaleyst lisið eitt sindur uppá áðrenn dystin ímóti KÍ, sum verður hóskvøldið klokkan 18, okkara klokkutíð.
Í øllum førum hevur felagið lagt rímiliga detaljeraðar upplýsingar um KÍ út á teirra heimasíðu.

M.a. verður sagt um KÍ, at felagið hevur breiðar royndir frá Evropa-kappingum, har liðið higartil hevur vunnið ein dyst og leikt ein javnan, meðan tíggju dystir eru taptir.

Hóast mongu tapini hjá KÍ í Evropa-kappingum roknar heimasíðan tó ikki við, at Molde fær tveir lættar dystir ímóti klaksvíkingum. Teir vísa til føroyska landsliðið, sum støðugt fær góð úrstlit móti stórum fótbóltstjóðum. Nevndir verða teir seinastu landsdystirnir ímóti Týsklandi og Íslandi.

Heimasíðan hjá Molde veit eisini at siga, hvussu tað hevur gingið hjá KÍ higartil í ár í heimligu landskappingini. Upplýst verður, at KÍ higartil hevur vunnið 6, tapt 4 og leikt 2 landskappingardystir javnar, og at málmunurin hjá KÍ er +15 og –17 mál.

Molde hevur eisini uppspurt, hvussu tað gekst hjá KÍ í seinasta landskappingardystinum, og tey upplýsa, at KÍ tann 10. august á heimavølli vann 4-1 á EB/Streymi, har Hjalgrím Elttør skeyt øll 4 málini fyri KÍ.

Heimasíðan hjá Molde veit eisini at siga, at KÍ í limatali og liðum er áleið av somu stødd sum Molde sjálvt við áleið 900 limum og 35 liðum, har eisini kvinnuliðið avrikar góð úrslit.

Tey greiða eisini frá, at KÍ varð stovnað í 1904 og tí hevur 100 ára jubileum komandi ár.

Nei, neyvan munnu tey í Molde FK undirmeta KÍ – í øllum førum hava tey lisið uppá, tað er heilt greitt.