KÍ tapti fyrra dystin 0-2 í Molde, og teirra kjansir fyri at koma víðari tí eru lítlir, men samstundis siga okkara menn í Molde, at teir kundu fara av vølli við høvdinum høgt. Avrikið var als einki at skammast um, tvørturímóti.
Tað vóru nakrir stórir menn, sum KÍ-leikararnir møttu á Molde Stadion í kvøld, mikukvøldið. Norðmenninir vóru so at siga allir stórir á vøkstri.
Hinvegin vístu KÍ-ararnir, at teir tekniskt einki standa aftan fyri mótstøðumenninar, sum royndu at spæla høgar bóltar inn í KÍ-brotsteigin.
Kanska kunnu vit enntá siga, at føroyingarnir høvdu betrin tekniskan førleika enn heimaliðið. Til dømis góvu bæði Allan og Jan Joensen fleiri dømi um, at teirra kropsfintur væl og virðiliga kundu snýta mótstøðumenninar.
Tað var Molde, sum domineraði meginpartin av dystinum, og tað gav eisini úrslit við tveimum sera tøttum málum, sum komu við bara hálvum øðrum minutti ímillum.
Fyrra málið var upp á brotsspark, sum Ovi var so óheppin at gera, tá hann royndi at takla ein av Molde-leikarunum í KÍ-brotsteiginum..
Sagt verður úr Molde, at júst henda taklingin kanska var óneyðug, tí bólturin tá var á veg út úr brotsteiginum. KÍ-leikararnir vóru heldur ikki nøgdir við hesa avgerðina hjá dómaranum teir meintu ikki, at talan var um nakað brotsspark men dømt var dømt, og skjúttin avgreiddi í KÍ-málið til 1-0.
Var tað fyrra málið óheppi, so var tað seinna tað ikki minni.
Bólturin verður spældur fram í KÍ-brotsteigin, har Alexander Djordjevic er óheppin at detta á regnhála vøllinum, soleiðis at Ovi noyðist at beina bóltin út til hornaspark.
Tíverri fyri KÍ eydnaðist tað Molde at skora upp á hetta hornasparkið til 2-0. Hetta var í 36. minutti.
Eftir hálvleikssteðgin menti KÍ seg leikliga og megnaði at halda eina óbroytta støðu á máltalvuni.
Seinastu áleið 7 minuttirnar kom rættiligt lív í KÍ, sum hesa seinastu løtuna av dystinum legði rættiligt trýst á Molde.
Hesa løtuna tiltuskaði KÍ sær 3 málmøguleikar og eitt hornaspark.
Tættast at fáa mál fyri KÍ var óiva Allan Joensen, tá hann sendi eitt fríspart stutt uttan fyri brotsteigin hjá Molde ímóti málinum, har bólturin kom í eitt norskt bein. Hetta gjørdi at bólturin broytti kós og mundi farið í málið, men við eini stórbjarging eydnaðist tað Eddie Gustafsson í Molde-málinum at jústa bóltin út til hornaspark.
Um tann bólturin hevði farið í málið, hevði útgangsstøðið hjá KÍ til seinna dystin verið munandi betri, men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Dysturin endaði 2-0, sum altso er útgangsstøðið, tá liðini bæði møtast aftur á Svangaskarði um 14 dagar.




