KÍ-kvinnurnar vóru undir stórum trýsti allan dystin, men tær høvdu ein kjans at gera mál. Liðið hjá Fulham er mannað við yrkisspælarum, sum eru sera væl fyri kropsliga
Liðið hjá Fulham legði KÍ undir stórt trýst allan dystin, og tað var sera tungt hjá kvinnunum at spæla.
Í hálvleikinum var støðan 4-0, og í seinna hálvleiki komu fýra mál afturat.
Jón Harald Poulsen, venjari, sigur, at KÍ-liðið er ikki vant við at vera undir slíkum trýsti, tí eingin klárar at spæla upp ímóti KÍ í heimligu kappingini. KÍ hevði ein kjans at gera mál, men skotið fór framvið.
Skal føroyskur fótbóltur kunna gera meira um seg í altjóða fótbólti, so er tað umráðandi, at vit gera meira við ta heimligu kappingina, tí í løtuni er generella støðið alt ov lágt. Tað sæst aftur í úrslitnum hjá KÍ í landskappingini, har tær hava vunnið allar dystirnar.
Dysturin ímillum feløgini úr Hollandi og Moldava endaði við stórsigri til hollendska liðið.




