Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrlan hjá Atlantsflog leitaði í kvøld eftir manni frá Eysturoyar gongufelag

Oliver Joensen

Maðurin varð funnin aftur í øllum góðum í Viðvík. Hann var komin burtur frá hinum og hevði leitað sær omanaftur í Viðvík

Tyrlan hjá Atlantsflog hevur sveimað yvir Norðoyggjum í kvøld. Av politistøðini frættu vit, at ein maður, ið var við Eysturoyar Gongufelag til Viðvíkar var ikki at finna og tí hevði gongufelagið boðað politinum frá stutt fyri at myrkurið legðist yvir landið.
Gongufelagið í eysturoynni lýsti túr til Viðvíkar, og farið var av Dølum á Viðareiði og inn í Viðvík og síðani skuldi gangast um Sundskarð til Hvannasunds.
Politistøðin sigur, at um hálvgun nýggju tíðina ringdu umboð fyri gongufelagið og søgdu, at tey vóru komin á Sundskarð og ein av gongufeløgunum, ið hevði gingið nakað aftarlaga var ikki komin niðaná. Tey høvdu tá sjálvi leitað og roynt at rópt, men tá tey onki lívstekn fingu, valdu tey at siga politistøðini frá, tí bert stutt tíð var til tey væntaðu myrkur.
Politistøðin sigur við Norðlýsið, at av tí at tað var so seint og bert umleið ein tími var til myrkur. Valdu teir at senda boð eftir tyrluni beinanvegin. Men áðrenn tyrlan rættuliga var komin ígongd við leitingini, var boðað frá, at maðurin var komin aftur til Viðvíkar. Sum skilst, so var maðurin komin burtur frá hinum í gongufelagnum og fann ikki vegin um Sundskarð sjálvur og valdi tí at venda aftur til støðuna í Viðvík.
Maðurin hevði tað gott.