Hendingar í samband við 2.deildardystin í Klaksvík millum KÍ og Sumba næst seinasta vikuskifti, verða í kvøld viðgjørdar av kappingarnevndini hjá FSF.
Hóast nógvar meiningar eru um hvat fór fram á Djúpumýru, tá KÍ-leikari legði hond á linjuverjan og dómaran, so kann hendingin koma at kosta KÍ eina bót.
Leikarin vístur av vøllinum
Tað var ein sera ívasom hending sum førdi til at KÍ-leikarin var rikin av vøllinum, og tá dómarin vísti honum reyðakortið, eftir tilmæli frá linjuverjanum, skumpar leikarin linjuverjan um koll, og tekur í dómaran.
Eftir hetta tókust sumbingar og klaksvíkingar og m.a. komu nevndarlimir í Klaksvíkar Ítróttarfelag upp í millum fyri at skilja partarnar.
Umframt at dómara frágreiðing er send kappingarnevndini og frágreiðing frá dómaraeygleiðaranum, so er tað hent í málinum at Sumba hevur skriva klaðu um atferðina hjá nevndarlimunum í KÍ.
Eftir tað Norðlýsið skilir hevur KÍ svarað FSF upp á klaguna úr Sumba og nú er tað so upp til kappingarnevndina at koma við eini niðurstøðu.
Hvat henda niðurstøðan verður vita vit óivað seinri í kvøld, men sum skilst so kann KÍ vantað eina peningabót um avgerðin í málinum gongur ímóti klaksvíkingum.




