Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir skipar fyri firmakapping leygardagin 6/9: Hvat firma verður flogbóltsmeistari?

(
John Færø)

Mjølnir skipar fyri eini firmaflogbóltskapping í Klaksvík leygardagin tann 6. september, har feløg, virkir og stovnar eru vælkomin at luttaka, sama um tað er eitt manslið, eitt kvinnulið ella eitt blandað mans- og kvinnulið.

Flogbóltsfelagið Mjølnir hevur, síðani tað varð stovnað í 1978, vunnið fleiri meistaraheiti og steypakappingar. Fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sum byrjar í oktober, eru longu byrjaðar. Fyri at styrkja um liðini frá síðsta ári, hevur Mjølnir ætlanir um at styrkja hópin við 2 ell 3 útlendskum leikarum, og nýggir ungir evnaríkir leikarar eru eisin komnir afturat í hópin.

Leygardagin tann 6. september 2003 skipar Mjølnir fyri firmaflogbóltskapping í Klaksvík. Kappingin er fyri øll starvsfólk, bæði kvinnur og menn. Ikki er neyðugt at vera royndur flogbóltsleikari ella at kenna spælireglurnar. Tó skulu á hvørjum liði vera seks leikarar, har kvinnur og menn kunnu spæla á sama liði (mixed). Liðini leika í minsta lagi tríggjar dystir, síðan verður leikt eftir “cup-skipanini”.

Fyritøkur eru vælkomnar at melda meira enn eitt lið til kappingina.

Fyri at fáa eina so góða og stuttliga kapping sum gjørligt, verða tað leikarar úr meistaradeildini, ið koma at standa fyri dømingini og fyrireikingunum annars.

Steypa og heiðursmerki verða latin vinnandi liðnum og nr. 2 og 3.

Kappingin gevur fyritøkunum møguleika at stuðla Mjølni fíggjarliga við einum luttøkugjaldi, sum er ásett at vera Kr 2.000,- fyri hvørt liðið.

Um ikki ber til at vera við í kappingini, er stuðul frá ymisku fyritøkunum kærkomin.

Fyritøkur, ið vilja vera við í kappingini, skulu áðrenn tann 2. september ringja til Eyðbjørn Andreassen á tlf. 223463 ella Trygva H. Poulsen á tlf. 457531 eftir kl. 18.