Á fundi í gjárakvøldið viðgjørdi kappingarnevndin eisini hendingina tá KÍ leikari í dreingjadeildini slóg ein mótstøðuleikara við kníttum neva.
Tilburðurin fór fram á Djúpumýru í seinastu viku tá dreíngjaliðini hjá KÍ og EB/Streymi møttust og var somikið álvarsligur, at leikarin hjá EB/Streymi endar á skaðastovuni har hann fekk 7 stingir í andlitið.
Tey sum sóu tilburðin siga at áfast bleiv millum leikararnar og hettar endar við at KÍ-leikarini gevur mótstøðumanninum nevan.
Leikbannaður
Kappingarnevndin hjá FSF kom í hesum málinum til tað niðurstøðu at KÍ leikarin fekk leikbann í 4 leikumfør.




