Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: Álitið um tónleika- og mentanarhús er ikki liðugt viðgjørt av býráðnum

John William Joensen

– Neyðugt er hjá býráðnum, ikki bert at velja, men eisini at vraka millum tey mongu ynskir, tørvir og hugskot, sum millum ár og dag verða sett fram – eisini í hesum føri, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, sum upplýsir, at málið um mentanarhúsið enn ikki er liðugt viðgjørt.

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri heldur tað vera positivt, at nýggj hugskot koma til býráðið um tiltøk, eitt nú á mentunarøkinum.
– Vit hava fyrr sæð, at rímiliga nógvur peningur verður brúktur til ætlanir, sum kortini ongantíð eru blivnar til nakað, men soleiðis er ikki í hesum føri. Teir tríggir í arbeiðsbólkinum, Alex Sólstein, Ove Frederiksen og Jógvan Clementsen, hava gjørt eitt gott arbeiði fyri lítlan kostnað, so í hesum førinum er nógvur peningur ikki brúktur, áðrenn málið kom í býráðið til politiska viðgerð – tað er positivt.

Politiska viðgerðin
átti at verið áðrenn.
Borgarstjórin heldur tó, at tað hevði verið ein fyrimunur, um málið varð lagt fyri avvarðandi býráðsnevndir, áðrenn nevndin fyri Klaksvíkar Tónlistaskúla setti arbeiðsbólk at gera eitt so skræddaraseymað uppskot.
– Hetta er møguliga ein av orsøkunum til, at tað nú hevur verið heldur leingi í viðgerð í býráðnum. Umframt spurningar um tað fíggjarliga er komið fram undir viðgerðini, at býráðslimir eru eitt sindur ójavnir á máli um, hvørjar funktiónir eru tær røttu at leggja inn í ein slíkan bygning.
– Ein slík viðgerð skuldi helst verið, áðrenn arbeiðsbólkurin fór í gongd ella kom so langt, sum hann nú er komin, tí tað ávirkar sjálvandi alla verkætlanina, (stødd av bygningi, íløgukostnað, rakstrarkostnað v.m.), hvør tað verður, sum fær innivist í honum. Sjálvandi hugsar nevndin fyri ein tónlistaskúla fyrst og fremst um sín egna tørv, men í býráðnum verður eitt slíkt mál viðgjørt í einum breiðari høpi.

Grannskoðari
hugt at álitinum.
– Vit tosa her um eitt stórt mál, sum sambært fyriliggjandi kostnaðarmetingum kemur at kosta góðar 25 mill. krónur, so tað kann neyvan undra, um tey fólkavaldu taka sær stundir til at viðgera og hugsa um tað.
– Í løtuni liggur málið hjá mentunarnevnd býráðsins, har málið fleiri ferðir hevur verið umrøtt. Eitt nú hevur grannskoðari kommununnar latið býráðnum eina meting av tí fíggjarliga og rakstrarliga partinum.
– Enn hevur mentunarnevndin ikki tikið endaliga støðu. Eftir áheitan hevur nevndin biðið nevndina fyri tónlistaskúlan um eitt ummæli av málinum, og í næstum fer viðgerðin av fíggjarætlanini fyri komandi ár í gongd, og verður tá hetta málið ein nátúrligur partur av tí viðgerðini.

Neyðugt er bæði
at velja og vraka.
Borgarstjórin vísir á, at eitt og hvørt býráð byggir á herðarnar hjá teimum, sum sótu har frammanundan.
– Tá hetta býráðið tók við fyri nú skjótt 3 árum síðan, vóru sjálvandi fleiri verkætlanir í gongd, sum vit høvdu til uppgávu at føra á mál. Til dømis stóra verkætlanin undir Kráarbrekku, har serliga tey fíggjarligu viðurskiftini hava tikið drúgva tíð og orku, bæði hjá politikarum og umsitingini, at finna greiðu á, soleiðis at henda spennandi ætlan kann eydnast til fulnar.
– Kommunuskuldin minkar støðugt og verður fult niðurgoldin um nøkur ár, men framvegis bindur hon umleið 20 mill. kr. í rentum og avdráttum á hvørjari ársfíggjarætlan.
– Harumframt setti henda samgonga sær fyri at fremja nøkur mál í hesum valskeiðnum. Eitt nú at nøkta barnaansingartørvin, at dagføra umstøðurnar á fólkaskúlaøkinum, at byggja ta leingi væntaðu læknamiðstøðina, at bøta um veganetið, gongubreytir, gøtuljós v.m., at byggja havnina í Ánunum, at útvega sethúsagrundøkir til tey ungu, sum skulu seta búgv o.s.fr. o.s.fr..
– Ójavnt er, hvussu tað higartil er eydnast okkum at fáa framt tey mál, vit hava sett okkum, og eg skal verða tann fyrsti at ásanna, at eitt og annað kundi verðið øðrvísi, men greitt er, at øll prosjektini, sum longu eru í gongd, binda ein stóran part av tí peningi, sum kommunan fær inn í kommunuskatti.
– Tí er neyðugt hjá býráðnum, ikki bert at velja, men eisini at vraka millum tey mongu ynskir, tørvir og hugskot, sum millum ár og dag verða sett fram – eisini í hesum føri, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.
– Fasta vegasambandið við meginøkið nærkast í stórum, og tað er greitt, at vit ikki klára at fremja alt, sum vit kunnu hugsa okkum, áðrenn koyrandi verður um Leirvíksfjørð. Tí er ein hin fremsta uppgávan hjá teimum fólkavaldu í býráðnum at raðfesta íløgurnar eftir bestu sannføring.
– Umframt áður nevndu íløgur, sum eru í gongd, eru fleiri stórmál, sum troðka á – eitt nú: mentanarhús ella býarhús í miðbýnum, byggibúning til handilsmiðstøð í miðbýnum, dagføring av svimjihøllini, nýggj ítróttarhøll, góðshavn í Ánunum og dagføring av veganetinum í sambandi við undirsjóvartunnilin.

Spennandi
verkætlan.
– Nú skal eg vera varin við at fara ov langt inn í málið í fjølmiðlunum, tí henda viðgerð fer fram í býráðsnevndum í løtuni, men eg rokni sjálvur við, at kommununnar partur av kostnaðunum, tá av tornar, verður størri, enn tað, sum kemur fram í álitinum.
– Sjálvt hugskotið er frálíkt, og eingin ivi er um, at Klaksvík hevur brúk fyri einum mentunar- ella býarhúsi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, sum sær fram til eitt gevandi orðaskiftið um málið.

Harleywoodpaint