Eftir at vit hava fingið fleiri áheitanir frá fólki um møguleikar fyri ábiti um 12 tíðina yrkadagar. Eru Pizzaria Napoli nú farið undir eina buffét ímillum 12.00 og 14.00 á degi.
Mikudagin í síðstu viku vóru vit ein túr á Pizzaria Napoli og fregnaðust, og sigast má, at spennandi sá út.
Borðreitt var tann dagin við millum annað kjøtfrikadellum, lasagne, fiski og grýturætti. Av hesum fýra sløgunum, kundi ein fáa sær tað einum lystið og hartil var eisini salát og eisini ein sera góð suppa.
Sigast má at prísurin var í lagi, sammett við tað, útvegast kann aðrastaðni frá í býnum, tí døgurðin samlaður kostaði 50 krónur.
Umframt hesar rættirnar, kundu vit sjálvandi eisini fáa pizza, um vit heldur vildu tað.
Njál Reinert Petersen, ið eigur Pizzaria Napoli og sum sjálvur starvast sum kokkur sigur við Norðlýsið, at ætlanin er at broyta menuina inn ímillum, so til ber hjá fólki, ið ynskja tað, at eta á Pizzaria Napoli hvønn dag døgurði verður serveraður.
Fyribils hava vit henda døgurða frá týsdegi til fríggjadag. So fáa vit at síggja hvør tørvurin er.




