Tað er stutt síðani, at Norðlýsið, sum fyrsti fjølmiðil kundi kunngerða verkætlanina um eitt frambrot á mentanarøkinum í Klaksvík.
Tað er ein bólkur av kendum og royndum klaksvíkingum, ið hevur sitið saman og gjøgnumhugsað, hvussu til ber at koma fram til eina loysn á einum so stórum máli.
Vit kunnu rokna sum givið, at tað kemur ongin uttanífrá við eini gávu sum Norðurlandahúsið í Havn.
Skulu vit hugsa um at bøta um karmarnar á mentanarliga økinum við einum mentanarhúsi, so mugu og skulu vit loysa knútin sjálvir, og eisini hetta hevur ivaleyst verið stóri spurningurin hjá bólkinum.
Um vit skulu koma víðari, so er í hvussu so er minsta krávið at álitið og arbeiðið hjá bólkinum verður tikið í álvara og serstakliga má tað vera eitt kráv til býráðspolittikarar, ið sita við ábyrgd, at tá teir úttala seg, so er álvari og logikkur aftanfyri.
Norðlýsið heldur, at greinin hjá einum av okkara kommunalpolittikarum í seinasta blað, var ikki nóg seriøs, serstakliga tá tað hevur ligið á ljóðið sumstaðni úr býráðnum, at projektið hjá bólkinum vit hava nevnt, hevur verið hildið at vera í og so ógvusligt peningaliga fyri kommunukassan.
Um so er, at peningur ikki er til hetta projektið, so átti peningaliga síðan í hvussu so er sloppi uppí part, tá sami býráðspolittikari tosar um eitt mentanarhús uttan leiguinntøku frá tónlistaskúlanum, samstundis sum tosað verður um at húsið skal vera ein gáva til býin á 100 ára føðingardegnum, samstundis sum tosað verður um góðar umstøður til tónlistaskúlan.
Í okkara eygum líkist hetta meira eini roynd at blaka veljarunum torvmold í eyguni heldurenn at birta undir seriøst tjak um evnið.




