Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

RC-felagið: Stórfingna gávu frá P/F Tummas Thomsen

John William Joensen

Tað kemur væl við hjá RC-felagnum í Klaksvík at fáa ein gummibát, tí trygdin verður sett í hásæti í samband við tjørnuna uppi á Hálsi.

Í vikuni fekk RC-felagið í Klaksvík ein gummibát til gávuðs frá P/F Tummas Thomsen.
Hetta er ein gummibátur, ið er garanteraður at kunna bera 450 kg á sjónum ella, sum er roknaður til fýra fólk.
Sigvald Zachariasen, leiðari hjá Tummas Thomsen sigur, at tey hjá Tummasi meta, at RC-felagið hevur verið undangongufelag og hevur sett gongd á nakað sera áhugavert, sum helst kemur teimum og øllum samfelagnum til góðar og tí hevur RC-felagið uppiborið at vera stuðlað.
Tá vit avgjørdu at stuðla, hildu vit at tað skuldi hava nakað við trygdina at gera, og tí valdu vit at geva teimum ein gummibát, sum helst eisini kemur teimum væl við í aktivitetunum á tjørnuni.
Tað at vit hava valt at stuðla við einum gummibáti liggur heilt natúrligt fyri okkum, tí Tummas Thomsen P/F selir nevniliga útgerð til skip og bátar, so vit valdu at halda okkum til tað, ið vit kenna best, sigur Sigvald Zachariasen leiðari hjá Tummas Thomsen P/F at enda.

Ovurfegnir
Jørgin Ellingsgaard, sum er formaður fyri Klaksvíkar RC-felag sigur, at teir eru ovurfegnir fyri stórfingnu gávuna.
Vit hava nevniliga tosað um at seta trygdina í hásæti við tjørnina uppi á Hálsi.
Sjálvandi er ikki vanligt at gummibátar og onnur trygdarútgerð er við vanligar tjørnir í Føroyum, men vit kenna ávísa ábyrgd av tí at felagið hevur endurskapt tjørnina, har tjørn frammanundan hevur verið og tað er betur at vera fyrivarðin.
Annars var trygdin tikin við, tá avgjørt var at gera eina tjørn og tí er dýpið lítið meira enn 80 centimetrar har djúpast er, so tað átti at verið ein trygd í sær sjálvum.
Men umframt gummibátin er ætlanin at hanga aðra trygdarútgerð upp við tjørnina.
Men gávan frá P/F Tummas Thomsen kann ikki bert einans nýtast sum trygdarútgerð. Hetta er ein gummibátur, ið er sera tryggur at vera í, og tí kann hann væl brúkast til arbeiði uppá tjørnina sjálva og eisini til skipa- og bátamodellini, sum fara at sigla á tjørnini. Tá eitthvørt er áfatt, so er lag á manni at fara í gummibátin eftir skipinum ella bátinum og bjarga honum uppá turt um óhapp er.
Vit eru P/F Tummas Thomsen sera takksamir fyri stórfingnu gávuna.

Harleyfacadeacryl