Norðoya Sparikassi leggur seg serliga eftir at stuðla ungdómsarbeiði Stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinnur Reyðberg, sigur at tað hevur sera stóran týdning fyri sparikassan at stuðla undir lokala virksemið.
Ítróttin og trivnaður
"Vit meta tað hava stóran týdning at sparikassin stuðlar virksemið í økinum.
Serliga ítrótturin hevur stóran týdning fyri trivnaðin og tí letur sparikassin alsamt meiri stuðulskrónur til hendan partin.
Men tað sum vit leggja dent á tá vit velja at stuðla ítróttarfeløgum er at stuðulin fer til at menna ungdómsarbeiði í felagnum. Ungdómsarbeiði er jú grundarlagið undir ítróttini og samfelagnum sum vit búgva í, og tí vilja vit stuðla slíkum arbeiði."
Pengafótbólturin
Hóast størsti parturin av ítróttarfólkunum íðka sína ítrótt uttan at fáa pengar afturfyri, so eru pengar ein vakandi partur av elitu-ítróttini, og serliga í fótbóltinum síggja vit pengarnar spæla ein alt størri leiklut.
Sparikassastjórin er onga løtu í iva um at teir heldur vilja stuðla ungdómsarbeiði enn at gjalda til at løna einstøkum leikarum fyri.
"Vit vija nógv heldur lata stuðul til ungdómsarbeiði enn at lata pengar til at løna leikarum í føroysku 1.deildini.
Teir leikarar í dag sum fáa pengar fyri at spæla m.a. fótbólt, høvdu ongantíð komið so langt, var tað ikki fyri at eitt gott ungdómsarbeiði var gjørt í feløgunum.
– Sjálvur haldi eg at feløgini vóru í so skjót at taka pengafótbóltin til sín.
Men tað er nátúrligt at tá byrjað verður við slíkum so eru tað fleiri sum brúka ov nógvar pengar, og tá so ein tíð er fráliðin kemur hetta niður aftur á eitt meira natúrligt støði.
Eg trúgvi at føroysku fótbóltsfeløgini á hesum økinum mugu bakka nøkur stig aftur, tí pengafótbólturin kann koma at kosta ungdómsarbeiðinum.
Fyri at seta tingini í perspektiv so kann eg siga at tað kostar minni at dríva alt ungdómsarbeiðið í býnum enn tað kostar at løna leikarum í 1.deild í fótbólti.
Tað er sjón fyri søgn at fleiri feløg eru á reyvini fíggjarliga, so eg trúgvi at føroyski pengafótbólturin fer at finna eitt náttúrligt støði sum frá líður."
Sparikassin meira sjónligur
Sparikassastjórin sigur at tað er ein miðvís ætlan hjá Sparikassanum, at stuðulin til ítróttina skal koma øllum økinum tilgóðar, og harvið eisini Norðoya Sparikassa.
"Skal sparikassin hava fleiri viðskiftafólk, so skal eisini ein ávísur vøkstur verða í tilflytingini til økið hjá Norðoya Sparikassa.
Við at stuðla undir eina breiða viftu av ítróttartilboðum til ungdóm, eru vit við til at skapa trivna í økinum, og vit trúgva at hetta eisini kemur at virka við til at fleiri fólk velja at búsetast í Klaksvík.
Vit lata stuðul til ítróttarfeløg uttan beinleiðis at vænta nakað afturfyri, men tað er eingin loyna at sparikassin fær nógv aftur fyri lýsingarpengarnar.
– Vit vera meiri sjónlig í samfelagnum, sum eisini er í tráð við ynskini hjá okkum í leiðsluni, og vit síggja, at peningurin í nógvum førum ger stóran mun.
Eitt tað størsta frambrotið í Norðoyggjum seinastu árini, er Klaksvíkar Fimleikarfelag, og har kunnu vit veruliga síggja at vit fáa nakað aftur fyri teir pengar sum vit lata.
Vit eru eisini væl nøgdir við at verða ungdómsstuðul hjá KÍ tí sum sagt so trúgva vit at her koma pengarnir flestum til góða, og eitt gott og sterkt ungdómsarbeiði í KÍ kemur eisini at tryggja felagnum framtíðina í 1.deild."
Eyðfinn Reyðberg sigur at umframt at stuðla ítróttarfeløgum í Norðoyggum, er Norðoya Sparikasssi eisini høvuðsstuðlul hjá LÍF.
Undirsjóartunnnilin
At enda spurdu vit sparikassastjóran hvønn týdning hann metir undirsjóartunnilin fór at fáa fyri ítróttina í Klaksvík.
" Tað er greitt at undirsjóartunnilin fer at skapa størri kapping, serliga í elitu-ítróttini millum feløgini í Norðoyggjum og Eysturoynni. – Hettar verður galdandi fyri øll sløg av ítrótti.
Eg trúgvi at karmarnir kring ítróttarfeløgini fara at fáa ein avgerandi týdning fyri hvussu vit megna at draga ítróttarfólk hendanvegin.
Hóast kappingin verður hørð so ivist eg ikki í at vit við okkara breiða úrvali av ítróttarfeløgum í býnum fara at draga ungdómar hendanvegin.
Ítróttarfeløgini í Klaksvík eru stór ítróttarfeløg í føroyskum høpi, og tí verður tað áhugavert fyri ungar telvarar, svimjarar, fimleikarar, kapprógvarar og fótbóltsspælarar í Eysturoynni at koma til Klaksvíkar.
Eg vil tó undirstrika at hetta setur krøv til karmarnar, og tí er umráðandi at feløgini arbeiða miðvíst við at betra hesar til undirsjóartunnilin verður veruleiki um ikki so langa tíð.
Men eg trúgvi at tað hevur stóran týdning at vit ikki sova sjóvarfallið av okkum, men at arbeitt verður fram ímóti avbjóðingini sum undirsjóartunnilin fer at bjóða ítróttinum her á staðnum."




